B36 hevði fína vitjan í Gundadali í kvøld, har turkiska stórfelagið, Besiktas, var á vitjan í øðrum undanumfari í Europa League. Besiktas er eitt av sterku liðunum í kappingini og hevði menn sum Gary Medel og Ryan Babel í byrjunaruppstillingini, meðan HM-profilar sum Pepe, Quaresma og Domagoj Vida hinvegin vórðu spardir.
Tað sást alt fyri eitt, at Besiktas er mótstøða av ovastu rók. Tað var nógvur broddur í, tá ið teir fóru frameftir, og longu eftir átta minuttum var tað Jeremain Lens, ið legði Besiktas á odda 1-0 við einum avgjørdum sparki upp í tættasta horn.
B36 hevði ein stóran møguleika eftir innlegg, men um góðan miðan fyrra hálvleik økti Besiktas til 2-0. Tað var
Gökhan Gönül, sum við nærmastu stong stýrdi bóltin í málið. 2-0 gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Besiktas var betri fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men síðani hevði B36 eina góða løtu, har teir vóru omaná og við góðum spæli góvu Besiktas ein skarpan gang. Hevði hepni og neyvleiki verið til staðar, so hevði B36 eisini komið á máltalvuna.
Gestirnir løgdu ongantíð tað risa stóra trýstið á í seinna hálvleiki, og tað komu heldur ikki fleiri mál. Tað bleiv til eitt heiðurligt 2-0-tap til B36, sum man fegnast um egið avrik, men tó harmast um, at mál ikki spurdist burturúr.
Seinni dysturin ímillum B36 og Besiktas verður spældur á Vodafone Park í Istanbul næsta hósdag kl.19.00.
Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, kann lesast niðanfyri:
B36 – Besiktas 0-2 (0-2)
0-1: Jeremain Lens, 8.
0-2: Gökhan Gönül, 26.
Liðugt: Dysturin endaði 2-0 til Besiktas.
90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat.
89min.: Innskifti Besiktas-áleyparin, Vagner Love, liggur framvið, men skotið fer við síðuna av.
85min.: 1634 áskoðarar eru til dystin í kvøld.
81min.: Sera gott mótálop frá B36. Michal Przybylski, Benjamin Heinesen og so Meinhard E. Olsen, sum at enda temur bóltin júst ov langt frá sær.
79min.: B36 skiftir út. Magnus Holm Jacobsen, sum hevur eitt gult kort hangandi, verður tikin út, og í hansara stað verður settur Hugin Samuelsen.
72min.: B36 hevur spælt ein sera góðan seinna hálvleik.
70min.: Magnus Holm Jacobsen hevur fingið gult kort fyri takkling.
68min.: Michal Przybylski er aftur í góðari støðu og dettur, men fær einki afturfyri.
65min.: B36 hevur síðstu løtuna havt Besiktas á hælunum. Teir hava havt hornaspark, og so hevur Michal Przybylski roynt seg við einum skoti.
60min.: B36 fremur sína fyrstu útskifting. Michal Przybylski fær sín fyrsta dyst í B36-troyggjuni, nú hann avloysir Kaimar Saag.
59min.: B36 er væl við eina løtu. Teir fanga bóltin beint uttanfyri brotsteigin hjá Besiktas og eru um at spæla seg til ein stóran málmøguleika.
54min.: Meinhard E. Olsen stríðir seg til eitt fríspark beint frammanfyri miðjuna. B36 roynir aftur at senda bóltin fram, men tað verður ikki vandamikið.
50min.: Besiktas situr framvegis á spælinum.
46min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.
Hálvleikur: 2-0 til Besiktas. Tvey heldur løtt mál, men sum heild uppiborin leiðsla til Besiktas, sum serliga gagnnýta at gera skjótt av í álopspartinum og fanga B36 í ójavnvág.
45min.: Gott B36-spæl kastar eitt hornaspark av sær. Besiktas ruddar burt.
45min.: Tveir minuttir eru lagdir afturat.
45min.: Kropssterki Cyle Larin kemur sær í góða støðu, men skjýtur upp um.
44min.: Lukasz Cieslewicz rekur væl, og verður feldur harðliga av Necip Uysal, sum skal prísa seg lukkuligan fyri at hann ikki fær gult kort.
41min.: B36 má skifta út. Alex Mellemgaard fær ikki hildið fram og verður avloystur av Benjamin Heinesen. Erlendur Magnusson fer á vinstra bakk, Benjamin Heinesen fer á vinstra vong og Meinhard E. Olsen á høgra vong.
39min.: Ryan Babel er um at koma í góða støðu, men gerst júst ov stuttur at røkka bóltinum.
33min.: Tað er eyðsæð, at tað er broddur í, tá ið Besiktas fer í álop. Teir hava eitt hornaspark afturat, men B36 hongur í eina løtu.
26min.: 2-0 til Besiktas! Jeremain Lens er uppleggjari, tá Gökhan Gönül við fremru stong stýrir bóltin í mál til 2-0.
22min.: Andrias Eriksen vinnur bóltin av Ryan Babel til frøði fyri heimafjøldina. B36 er undir trýsti, so tað er at fegnast um tey smáu tingini.
18min.: Bjarni Petersen hevur fingið viðgerð eftir ein samanstoyt.
15min.: Eftir eitt langt innkast er B36 um reppið at javna. Hetta var fyrsti hvøkkurin til Besiktas, sum annars er omaná.
8min.:1-0 til Besiktas! Við avgjørdum skoti í nærmara horn leggur Jeremain Lens gestirnar á odda 1-0.
6min.: B36 fær fríspark frammanfyri miðjuna og sendir innlegg innfyri, men Tolga Zengin kemur úr málinum og loftar bóltinum.
4min.: Besiktas hevur havt hornaspark, men B36 ruddaði burtur.
1min.: Dysturin er byrjaður.
Undan dystinum: B36-húsið er fult og hini bæði skýlini eru við at fyllast, so tað er sannlíkt, at fleiri áskoðarar ikki sleppa inn til dystin.
Undan dystinum: Dómari í dag er Yevhen Aranovskiy úr Ukraina.
Byrjunaruppstillingar
B36: Rói Mørk Hentze – Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Robert Heðin Brockie, Magnus Holm Jacobsen – Erlendur Magnusson, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag
Besiktas: Tolga Zengin – Gökhan Gönül, Necip Uysal, Fatih Aksoy, Caner Erkin – Tolgay Arslan, Gary Medel, Adriano – Jeremain Lens, Cyle Larin, Ryan Babel