B36 í georgiska hitan í dag

Úr Georgia frætta vit, at hitin í dag er 27 stig, so tað verður undir øllum umstøðum ein sera harður dystur hjá B36 at koma. Og verður hugt at úrslitunum, sum føroysk lið hava fingið á útivølli í Georgia, so er vandin fyri einum skrædli avgjørt til staðar.

Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, hevur gjørt av, hvussu liðið, sum hann sendir á vøllin, sær út.

Hesir 11 byrja inni: Jákup Pauli Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Odmar Færø, Asbjørn V. Gunnarsson - Magnus Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen - Bergur Midjord, Brima Koroma, Sam Malson.

Á beinkinum sita Terji Rasmussen, Høgni Eysturoy, Jákup á Borg, Fróði Clementsen og Bogi Hermansen.