B36 ger broytingar í venjaratoyminum

Róaldur Jakobsen verður nú aftur at síggja millum B36 venjararnar

Róaldur Jakobsen saman við B36 formanninum Jákupi Mørk Mynd: B36

Mikukvøldið endaði tað við javnleiki á heimavølli ímóti NSÍ, og í dag tapti B36 á útivølli ímóti EB/Streymi. Sunnudagin fer B36 aftur at spæla ímóti NSÍ. Tá verður tað á útivølli.

 

Í kvøld boðar B36 frá, at nýggjur maður ella rættari gamal kenningur nú verður at síggja á B36 beinkinum.

 

B36 skrivar soleiðis í kvøld:

 

Róaldur aftur í venjaratoyminum

 

Róaldur Jakobsen er nú aftur partur av venjaratoymi okkara.

 

Róaldur var sjálvur annar av hjálparvenjarum okkara, tá Dan Brimsvík seint í 2020 tók við sum høvuðsvenjari hjá okkum, og hetta hjástarvið røkti hann eisini alt 2021.

 

Við egnari elektrikarafyriøku at reka metti Róaldur tó, at hann ikki hevði stundir til at halda fram í sessinum, men hann og Dan hava støðugt tosað saman um ein møguligan leiklut, og hesin er nú funnin.

 

Róaldur verður restina av árinum partur av venjaratoyminum, og hetta fegnast vit í felagnum sjálvandi um.

 

- Róaldur hevur eitt fótbóltshøvd sum fáur, og so er hann eisini ein ímynd av B36. Tað hevur alla tíðina verið mítt ynski, at vit so ella so kunnu hava pláss fyri hansara dygdum í venjaratoyminum, og eg eri fegin um, at hetta nú er komið í lag, sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36.

 

 

 

Róaldur Jakobsen saman við B36 formanninum Jákupi Mørk Mynd: B36