Skírisdag visti in.fo at siga, at kappingarnevndin nú hevur gjørt av, at dysturin millum Víking og B36, sum upprunaliga skuldi verið spældur síðsta sunnudag, men varð útsettur tí tað var so nógvur vindur í Sarpugerði, skal vera flaggdagin, sum er hósdagin í næstu viku.
Hetta halda tey í B36 vera sera óheppið. B36 skal 2. páskadag spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti KÍ og annan sunnudag landskappingardyst ímóti NSÍ. Víkingur skal spæla fjórðingsfinalu 2. páskadag ímóti B68 og landskappingardyst annan sunnudag ímóti AB.
Tá ið kappingarnevndin skeyt upp, at Víkingur og B36 skulu spæla hósdagin, so varð eisini skotið upp, at dystirnir annan sunnudag vórðu fluttir til annan mánadag.
Í B36 halda tey ikki uppskotið um flytingina vera tað besta, og tí er felagið komið við nýggjum uppskoti. B36 mælir til, at útsetti dysturin í Gøtu verður fríggjadagin 26. apríl, og at dystirnir NSÍ-B36 og AB-Víkingur verða spældir týsdagin 30. apríl.
Jákup Mørk er formaður í B36, og hann greiðir soleiðis frá:
-Fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so stóðu vit nakað spyrjandi, tá vit frættu dystarásetingina. Vit vita væl, at tummilfingrareglan hjá FSF er, at tað í minsta lagi skulu vera tríggir dagar millum dystir, og hetta kravið lýkur uppskotið hjá FSF, sigur Jákup Mørk, og so heldur hann fram:
-Men tað er eitt faktum innan ítróttafysiologi, at 72 tímar av hvíld er í minna lagi. Vit hava eitt nú tosað við Magna Mohr, sum er ein av allar fremstu serfrøðingunum innan fótbóltsfysiologi, og hann vísti púrasta greitt á, at 72 tímar er ov lítið. Hesa ferð er fyrri dysturin enntá í steypakappingini, og tá er møguleiki jú fyri longdari leiktíð. Skuldi tað hent, at dysturin hjá okkum ella tann í Gøtu endar í longdari leiktíð mánadagin, so er tað beinleiðis at spæla hazard við heilsuni hjá spælarunum, um vit skuldu spælt aftur longu hósdagin.
Upprunaliga vístu vit Kappingarnevndini á, at 1. mai var ein munandi betri dagfesting. Hinvegin vita vit eisini, at skráin tá kann gerast sera tøtt, um Víkingar ella vit koma í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Tí tosaði eg í gjárkvøldið við formannin í Kappingarnevndini og skeyt upp, at útsetti dysturin í Gøtu ístaðin verður fríggjdagin 26. apríl, og at dystirnir NSÍ-B36 og AB-Víkingur verða spældir týsdagin 30. apríl, sigur Jákup Mørk.
Enn hevur kappingarnevndin ikki svarað uppskotinum hjá B36.