B36 er í harðari kapping um at vinna fjórða plássið, sum ber rætt til næsta summar at vera við í Europa Conference League, har B36 í summar stóð seg væl.
Síðstu ferðirnar í landskappingini hevur tað ikki hilnast so væl. Eftir 1-1 á heimavølli ímóti NSÍ, tapti B36 sunnudagin 3-2 á útivølli ímóti EB/Streymi, sum í løtuni er á fjórða plássi og harvið á Europakós.
Sunnudagin fer B36 aftur at spæla ímóti NSÍ. Tað verður í Hólmanum á Eiði, har NSÍ hevur heimavøll, nú nýtt graslíki verður lagt á vøllin við Løkina í Runavík.
Ein av stuðulsspælarunum hjá B36 higartil í ár hevur verið Thor Høholt. 21 ára gamli verjuspælarin hevur verið sera drúgvur. Nú er tað greitt, at hann verður ikki aftur at síggja á B36 liðnum. B36 leigaði undan kappingarbyrjan Thor Høholt úr Lyngby. Leigumálið var upprunaliga galdandi fram til fyrsta august, men so varð tað longt.
Jákup Mørk, formaður í B36 sigur, at nú er verjuspælarin eftir egnum ynski fluttur aftur í Lyngby, har hann ætlar at stríðast fyri at vinna sær pláss á besta liðnum. Flytingarvindeygað í Danmark letur aftur nú um mánaðarskiftið.
Faroesoccer.com veit at siga, at Thor Høholt var á B36 liðnum í 17 landskappingardystum. Í 16 var hann á vøllinum alla tíðina, og í einum – í 5-0 heimasigrinum ímóti EB/Streymi 2. páskadag 18. apríl – varð hann tikin út, tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Nú hann fer aftur í Lyngby, verður Thor Høholt í sama felagi sum føroyski Petur Knudsen, sum stríðist við at fóta sær eftir skaðasteðg í fleiri mánaðir.
Martin Agnarsson, sum í hesi vikuni hevur verið í Viborg og royndarvant, verður aftur á B36 liðnum sunnudagin.
Í Sosialinum, sum verður at fáa í sølubúðunum í kvøld, er meiri um dystirnar í 20. umfari í fótbóltslandskappingini, sum vera sunnudagin.