B36 er steypavinnari í 2001. Tað vil siga, at teir í árstalsfelagnum tíggju ár eftir fyrsta sigurin í kappingini um løgmanssteypið og tíggju ár eftir fyrstu Europa Cup kvalifikatiónina aftur hava tryggjað sær rættin at spæla Europa Cup fótbólt, tí teir hava vunnið eina finalu. Og tað ynskja vit teimum hjartaliga tillukku við.
Tá teir í sveisiska summarhitanum um tíggju mánaðir fara at draga um, hvussu liðini skulu hittast í UEFA Cup kappingini, fer ikki at verða hugsað um, hvussu tað sá út, tá B36 sum fyrsta felagið yvirhøvur í Europa vann sær rættin til UEFA Cup luttøku í 2002.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki megnaði Jens Kristian Hansen, sum er tann á hesum B36 liðnum, ið hevur verið longst við, at senda bóltin upp undir regntunga nettakið í Klaksvíks málinum, og tað var nóg mikið fyri atgongumerkið út um landoddarnar.
Prestar og læknar
Men fyri tey, sum vóru á Tórsvølli ólavsøkudag í 2001, fer finalan altíð at verða rist í minnið, sum tann dagurin og tann finalan, tá líkindini vóru so mikið vánalig, at tað var fullkomuliga ógjørligt at fáa steypahýr á áskoðaraplássunum, og tá fyritreytirnar vóru ússaligar at vísa polerað fótbóltsspæl.
Tey, sum eru tilkomin og reiðiliga tað, komast við tiltikna fótbóltsdystin, sum fyrst í seksti árunum var á ólavsøku ímillum læknar og prestar. Hóast tað eru úti við fjøruti ár síðani, at tann dysturin var á ólavsøkuskránni, so hevur hann síðani verið tiltikin fyri vánaliga veðrið. Einki er at ivast í, og vit mugu sannliga vóna tað, at tað tey komandi fjøruti árini fara at vera betri fótbóltslíkindi á ólavsøku, enn tað vóru ólavsøkudag í 2001.
Einki spæl og nógv spørk
Frá fyrsta bríksli var tað týðuligt, at bæði B36 og Kí fegin vildu vinna. B36 hevði í fyrra umfarinum kolandi vindin eitt sindur undan. Teir so at siga lensaðu fram á KÍ hálvuna, men tað spurdist bara ein møguleiki burturúr. Tað var bara í hornasparksstøðunum, at teir royndu at kringseta KÍ brotsteigin. Onkra einstaka ferðina komu teir til skotroyndir, men langskotini vóru óneyv, og Meinhardt Joensen, sum var tryggur í Klaksvíks málinum, hevði ikki nakað serligt at gera.
B36, sum fyrra partin av fyrra umfarinum hevði bóltin nógv mest, gjørdi klassiska mistakið undan vindinum. Av miðvøllinum og kantunum royndu teir at lyfta inn um KÍ verjuna og til skjótu álopsmenninar, men tað eydnaðist ongantíð. Vindurin fór avstað við bóltinum hvørja ferð. Og so vórðu teir freistaðir til at leggja høgar skrábóltar í brotsteigin, og tað var oftast barnamatur hjá fyrst og fremst Ova Nysted og Jan Andreasen.
Jákup á Borg arbeiddi sum ein hestur á framrættaða B36 miðvøllinum, men tað gekk illa at fáa Heðin á Lakjuni, sum í útgangsstøðuni var í høgra borði, og Jens Kristian Hansen, sum í útgangsstøðuni var kantspælari í vinstru, at koma til baklinjuna og harvið at økja um vandan fyri vandamiklum innleggum.
Í eitt tvey samanspælinum átti liðformaðurin, John Petersen, at havt verið sentralur, men í 1. hálvleiki var lítið av hesum spælinum at síggja. Tá Heðin á Lakjuni fór í vinstra borð, og Jens Kristian Hansen varð settur mitt inn á miðvøllin, gjørdist spælskipingin eitt sindur betri. Eina ferð streyk Jákup á Borg ígjøgnum í vinstru, flata innleggið skrátt út frá var fínt, men Meinhardt Joensen stórbjargaði royndini frá Heðini á Lakjuni.
Klaksvíkingar gjørdu lítið við fótbóltsspælið í 1. hálvleiki. Sjálvt um avloysarin, Atli Danielsen, útinnti sína uppgávu við myndugleika, so kom tað sjálvandi stak illa við hjá teimum, at liðformaðurin, Allan Joensen, undir upphitingini noyddist at taka seg aftur orsaka av vøddaskaða. Við storminum framman tvørs, sparkaði KÍ meiri, enn teir spældu, og um sæð verður burtur frá tveimum frísparksinnleggum, sum einki góvu og einari næstan gjøgnumbrotsroynd hjá Hjalgrími Elttør, so vóru teir vandaleysir.
Avgjørdu ímóti
At KÍ kom undan nógva B36 og vindtrýstinum við nullinum legði upp til, at tað skuldi roknast við undirtippaðu ólavsøkugestunum. KÍ var væl betri við fyrra partin av seinna umfarinum, enn teir høvdu verið í 1. hálvleiki. Stríðið um miðvøllin var øgiligt. Spælararnir ofraðu seg fullkomuliga, nærdystirnir á miðvøllinum vóru nógvir, og sum tað leið, og styrkin gekk undan, kom gula kortið títtari úr lummanum hjá dómaranum.
Onkra ferðina eydnaðist samanspælið hjá KÍ frá altíð trygga Jan Andreasen og um miðvøllin og vongverjarnar, men talan var ongantíð um upplagdar málmøguleikar. Tættast við at leggja KÍ á odda var Kurt Mørkøre, tá hann úr 23 metrum sendi beinleiðis fríspark omanfyri manngarðin. Bólturin stakk í tvørtræið, og klaksvíkingar vóru ongantíð so tætt við aftur.
B36 fekk høgru síðu meiri við, tá Kenneth Jacobsen í 2. hálvleiki kom á vøllin. Tað var eisini týðuligt, at teir viðhvørt mintust avtaluna um, at bólturin skuldi gera arbeiði, men møguleikarnir vóru heldur ikki hjá teimum serliga nógvir fyrra partin av 2. hálvleiki. Bólthaldarin hevði ov fáar møguleikar, sendingarnar vóru óneyvar í nógva vindinum, og ein rúgva av persónligum mistøkum vóru til stóran ampa.
Málið loysti
Í 69. minutti kom avgerandi málið. KÍ kiksaði í brotsteigar samankomingini í høgru, Heðin á Lakjuni smekkaði til, Meinhardt Joensen hálvbjargaði tríggjar ferðir sera væl, og so var Jens Kristian Hansen fyrstur á leysa bóltinum, og úr stuttari fjarstøðu smekkaði hann upp undir nettakið.
So loysnaði. KÍ fólkið gjørdist alt meiri framrættað. Hálvspentar støður stóðust frammanfyri Trónd Vatnhamar, og í hinum endanum var B36 fleiri ferðir yvirmannað. Men einki mál kom.
Sentrali miðvøllurin hjá KÍ tóktist tungur, og kanska vórðu royndirnar at broyta gjørdar ov seint. Tað tóktist resta ein høvuðsterkur maður og ein bólttryggur maður, sum á miðvøllinum kundu megna at spæla Kurt Mørkøre og ikki serliga sannførandi Alexander Djordjevic leysar.
Nú gjørdust Egil Zachariasen, Pól Thorsteinsson og Arnbjørn Danielsen saman við drúgvu Jan Guttesen og Klæminti Matras sigurharrar í tí stríðnum.
Ikki serliga stóra áskoðarafjøldin mundi vera tødnað niður í helvt, tá Niklas á Líðarenda bríkslaði fyri síðstu ferð, men tað nervaði als ikki trúgvastu B36 viðhaldsfólkini. Tey hava ofta bíðað leingi, og fleiri ferðir hevur tað verið til fánýtis. Hesa ferð eydnaðist tað, og tað verður teimum væl unnt. Og so mundi verturin liggja á, at kassameistarin í føroyskum klæðum fór á afturpartin!