B36 hevur tvær ferðir trumfað

Seinnapartin hevur B36 møguleika fyri triðju ferð at vinna seg víðari í Europa

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl suðuri á Gibraltar, har setningurin hjá B36 verður at vinna seg víðari í annað innleiðandi umfar í Europa League.

Vánirnar eru ikki ongar, tí fyri einari viku síðani endaði tað 1-1, tá ið St Joseph´s var gestur í Gundadali.

Um tað skal eydnast B36 at vinna seg víðari í kappingini, er tað neyðugt hjá árstalsfelagnum at vinna, ella at tað endar javnt við 2-2 ella 3-3 og so víðari.

 

Dysturin í kvøld verður tann 42. hjá B36 í europeisku kappingunum. Fyrsti dysturin var í europeisku steypakappingini á útivølli ímóti Avenir Beggen í Luksemborg. Tað var 19. august í 1992, og úrslitið var 1-0.

Hesa fyrstu ferðina kendist møguleikin vera góður fyri, at tað skuldi eydnast B36 at spæla seg víðari. Tí var tað stórt vónbrot, at tað endaði 1-1 á Svangaskarði. Kári Reynheim var fyrsti B36 málskjúttin í Europa, tá ið hann í níggjunda minutti legði B36 framum 1-0.

  

Tvær ferðir áður er tað eydnast at vinna seg víðari í europeisku kappingunum.

Fyrra ferðin var í UEFA Cup í 2005, tá ið ÍBV úr Vestmannaoyggjunum var mótstøðuliðið. Á útivølli endaði tað 1-1, og ólavsøkuaftan vann B36 2-1.

Í øðrum innleiðandi umfari var mótstøðuliðið FCMidtjylland. Talan var um risa avbjóðing, men B36 stóð seg væl. Á útivølli endaði tað við 2-1 FCM sigri, og í Gundadali var úrslitið 2-2.

 

Seinna ferðin var í Champions Leauge í 2006, tá ið mótstøðuliðið var Birkikara, sum skal spæla ímóti KÍ í kvøld. B36 vann 3-0 á útivølli – hetta er størsti føroyski útisigur nakrantíð í europeiskari kapping – og í Gundadali var úrslitið 2-2.

Í øðrum umfari var mótstøðuliðið Fenerbahce úr Turkalandi. Tað var stórur biti hjá B36, sum tapti 4-0 á útivølli og 5-0 á heimavølli.

 

Samantalt hevur B36 – sambært faroesoccer – vunnið tríggjar dystir í Europa, átta ferðir er tað endað javnt, og tredivu ferðir hevur mótstøðuliðið vunnið. Samantaldi málmunurin hjá B36 í Europa er 31-96.