TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum, ið Simen Sandmel, Darius Lewis og Jóannes Bjartalíð skoraðu fyri KÍ, tá KÍ vann 3-0 á B36 í Gundadali í Havn seinnapartin.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B36, Jákup á Borg sum tó er glaður fyri at fáa høvið at reisa seg aftur móti KÍ í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið komandi mánadag.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein sera fegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, ið kann staðfesta oddasessin í Betrideildini, og kann eisini staðfesta, at hansara spælarar veruliga vísa, at teir vilja verða við í oddastríðnum.
4) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 í dag, Heðin Askham taka samanum dystin. Heðin heldur, at KÍ hevur í stórum stíli melda seg inn í favorittfeltið í FM-stríðnum.