Bara tað besta er nóg gott. Tað er hugburðurin í B36. Steypakappingin er fokin. Byrjanin í landskappingini var góð – í hvussu so er hvat úrtøkuni viðvíkur – og nú skal B36 tvær ferðir út at ferðast.
Fokus er á ferðini til Runavíkar seinnapartin í morgin. Tað verður ikki hugsað so nógv um ferðina til Vágs 2. páskadag. Í hvussu so er ikki fyrrenn ferðin til Runavíkar er fingin frá hondini.
Tá ið B36 sunnudagin spældi á heimavølli ímóti KÍ, vóru Mikkjal Thomassen og Hanus Thorleifsson á beinkinum allan 1. hálvleik og eisini eina løtu í seinna umfarinum. Tað vóru teir orsaka av møðsomu landsliðsferðini til Georgia. Heldur ikki Bergur Midjord var ímillum teir fyrstu ellivu.
Allir landsliðsspælararnir eru væl og virðiliga komnir fyri seg, og B36 ætlar sær úr Runavík við øllum trimum stigunum.
Tá ið fleiri av lyklaspælarunum nú eru betri fyri, enn teir vóru sunnudagin, so ber tað við sær, at talan verður um fleiri broytingar millum teir fyrstu ellivu.
Hvussu liðið fer at síggja út, tá ið B36 2. páskadag fer til Vágs er ein annar spurningur. Í fjør var B36 tvær ferðir í Vági, og árstalsfelagið fór báðu ferðirnar norður um aftur við øllum stigunum. Aðru ferðina vunnu teir 2-1, og hina ferðina vunnu teir 2-0. Tá ið liðini hittust í Gundadali, var úrslitið 2-2.