Arnbjørg Danielsen fekk einasta málið í dystinum. Selma Erol Dahl sendi Arnbjørg avstað í høgru síðu, og hon gjørdist leys við málverjanum. Arnbjørg hevði ikki trupult við at skora til 1-0. Hetta var eftir lítlan hálvan tíma í fyrra hálvleiki.
B36 hevði kanska munin hesa fyrstu løtuna, men B68 kom við aftur, og dysturin var sum heild javnur.
Eftir steðgin legði B68 trýst á B36-málið, men einki spurdist burturúr leikligu yvirvágini. B68 tveitti nógv fólk fram á vøllin, og hetta gav B36 møguleika fyri skjótálopum. Fleiri slík komu í lag, og B36 skapti teir størru málmøguleikarnar eftir steðgin.
Arnbjørg Danielsen hevði tann størsta møguleikan eftir steðgin. Hon kom at standa væl fyri í brotsteiginum, fór framvið fleiri verjuleikarum, men skotið varð steðgað á sjálvari málstrikuni.
Annars var dysturin merktur av, at liðini ikki rættiliga eru komin í dystarvenjing, og tí var nógv óskipað spæl at síggja.
B36 kvinnurnar kundu fegnast eftir dystin, sum kundi farið báðar vegir, men heimaliðið helt høvdið kalt í avgerandi løtuni.
Annars verða hesi bæði liðini mett at enda í oddinum í grundspælinum, og hesi bæði liðini eru kanska tey einastu, sum kunnu geva KÍ harða mótstøðu.
Ein annar dystur skuldi verið leiktur í bestu kvinnudeildini. Tað var millum KÍ og VB, men vegna verkfallið er hesin dysturin útsettur.
B36 ? B68 1-0 (1-0)
1-0: Arnbjørg Danielsen