B36-kvinnurnar fóru til Leirvíkar sunnudagin væl vitandi um, at um tær vunnu dystin móti LÍF, samstundis sum HB ikki vann í Gundadali móti KÍ, so vóru tær føroyameistarar.
Frammanundan varð roknað við tveimum jøvnum dystum, og dysturin í Leirvík vísti seg eisini at gerast bæði javnur, spennandi og ikki minst dramatiskur.
Dramatikkurin kom móti endanum av fyrra hálvleiki, tá Sólva Joensen hjá B36 noyddist at taka seg burtur úr stríðnum. Ein LÍF-spælari tveitir seg niður at takkla, Sólva leypur uppum, men kemur skeivt niður á fótin aftur.
Seinni vísti tað seg, at øklaknúturin er brotin. Sera spell fyri B36-liðskiparan, sum stutt áðrenn hevði skotið einasta málið í dystinum upp á brotsspark, men sum nú ikki fær verið við í seinasta dystinum móti HB komandi sunnudag.
Fyrri hálvleikur hevði annars verið rættiliga javnur við tilboðum til báðar partar. Í seinna hálvleiki bleiv spælið meira tilvildarligt ? nervarnir hjá B36-spælarunum, sum frættu úr Havn, at KÍ hevði trygga leiðslu, gjørdust týðiligari, og LÍF trýsti fyri at fáa útjavnandi málið. B36 slapp heppið, tá ein av teirra togaði eina leirvíkskvinnu, sum hevði fría kós móti málinum, niður, uttan at dómarin sektaði tað.
Tá eini tíggju minuttir vóru eftir, noyddist Durita Justinussen hjá LÍF av vøllinum við skaða, og tað tók tað mesta av trýstinum hjá LÍF. Stutt seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð, B36 hevði vunnið 1-0, og tá KÍ samstundis vann 4-2, var greitt, at árstalsfelagið hevði endurvunnið FM-heitið frá 1996. B36 hevur bert mist tvey stig í landskappingini í ár. Tað var móti HB í einum 3-3 javnleiki. Rómurin var stórur millum spælararnar og viðhaldsfólkini, sum vóru komin til Leirvíkar á vegnum til landsdystin á Svangaskarði. Bert spell, at spælarin, sum hevði avgjørt dystin og kappingina, tá var á veg til Havnar í sjúkrabili.
HB snávaði
Í Gundadali var trýstið á HB, meðan KÍ kundi taka tað eitt sindur meira róligt. HB-kvinnurnar vistu, at um B36 vann í Leirvík, og tær sjálvar ikki megnaðu at vinna, so var føroyameistaraheitið gloppið teimum av hondum.
Tað sást eisini beinanvegin, at HB ætlaði sær at vinna. Tær trýstu KÍ heilt aftur í brotsteigin í vónini at fáa eitt skjótt mál, sum kundi geva eitt sindur av friði yvir spælið. Men í sovorðnum støðum er vandin fyri mótálopum altíð stórur, og tað var júst eitt mótálop, sum gav Malenu Josephsen høvi at skora móti ungu Atu Høgnadóttir, sum vardi HB-málið fyri leikbannaðu Anniku Hansen.
HB-kvinnurnar góvust ikki á hondum, og tað hevði heldur ikki tikið nakran á bóli, um tær høvdu komið upp á javnleik. Men KÍ hevur tvíburðarnar Rannvá og Ragnu Andreasen. Rannvá hevur skotið mál eftir samlibandi í ár, og hon økti til 2-0 við einum frísparki, sum hon sendi beinleiðis í málið.
Hetta var ein dyggur smeitur fyri HB-liðið, og KÍ fekk nú fatur á longra endanum. Rannvá Andreasen gjørdi 2-0 til 3-0 áðrenn hálvleik, og seinni hálvleikur var ikki gamal, tá Malena Josephsen fór sjálv og skoraði til 4-0.
Ann Hansen og Eyðvør úr Dímun fingu minkað um munin til 2-4, men ov seint var. Í fyrsta dystinum í ár, sum HB tapti, taptu tær eisini føroyameistaraheitið. KÍ vann dystin og hóttir nú við at taka silvurið frá HB-kvinnunum, sum hava liðið nógv undir, at stuðulsspælarar so sum Teresa Johnsson og Liljan Jespersen ikki hava verið við stóran part av seinnu helvt av kappingini.
KÍ kann sum sagt enn fáa silvurið, sum HB stendur til at fáa í løtuni. Tað hendir, um klaksvíkskvinnurnar vinna seinasta dystin, samstundis sum HB tapir móti B36 í dystinum, sum nú helst verður eitt slag av »antiklimaksi«, nú kappingin longu er avgjørd.
NSÍ vann sum væntað
Triði dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið stóð í Runavík, har Skála var á vitjan. Skála er flutt niður í 2. deild. Tær hava einki stig fingið í kappingini, og tað røkist heldur ikki fyri, at tær fara at fáa nakað.
Hesaferð taptu tær 0-2 móti NSÍ, sum er komið fyri seg í seinnu helvt av kappingini. Málini hjá heimaliðnum skutu Ann Mari Østerø og Irdi Hansen. VB hevur langt síðani vunnið 2. deild, og tær skulu spæla móti næstniðasta liðnum í 1. deild, sum verður antin NSÍ ella EB. Eiðiskvinnur høvdu frí hetta vikuskiftið, men kravið til tær komandi sunnudag, tá tær spæla í Klaksvík, er í minsta lagi eitt stig. Og tann uppgávan verður helst ikki løtt, nú klaksvíkskvinnurnar tevja silvurið.