B36 liggur nú tryggari á FM kósini

Tað resta fimm umfør av hesum kappingarárinum, og eftir 22. umfar er B36 uppaftur tryggari á FM kósini, enn árstalsliðið var tað undan hesum umfarinum.

B36 hevur í dag vunnið 3-2 á B68 á Svangaskarði, og tá ið Víkingur ikki megnaði meiri enn 2-2 í Gundadali ímóti HB, so smoygdi B36 sær seks stig framum næsta kappingarneytan.

Um eina viku verður B36 vertur, tá ið EB/Streymur fer at vitja í Gundadali. Um tað tá fer at eydnast B36 at vinna fulla úrtøku, so verður meistara heitið rættuliga nær, hóast tað fara at resta fýra umfør.

EB/Streymur vann í dag 3-0 á heimavølli ímóti KÍ. Hetta var aðru ferð í fýra dagar, at klaksvíkingar løgdu rygg til 3-0 tap. Hesa ferð gjørdist tað uppaftur torførari hjá KÍ, enn tað frammanundan kundi roknast við, at tað fór at verða, tí annar av KÍ miðverjunum, Sørmundur Kalsø, varð longu í 1. hálvleiki vístur av vølli, eftir at hann hevði nýtt neyðbremsuna ímóti Arnbirni Hansen.

Sigurin hjá EB/Streymi var tann sætti á rað.

Í HB húsinum er lagið sera gott, tí tað eydnaðist at vinna eitt stig burturúr heimadystinum ímóti favorittunum í Víkingi.

Kappingin í botninum er sera tøtt. Í Sørvági var úrslitið í absolutta botndystinum millum 07 Vestur og B71 2-2. B71 er mest sum fokið úr bestu deildini, og tað kom sera illa við hjá vágamonnum, at tað ikki eydnaðist teimum á heimavølli at vinna fulla úrtøku ímóti botnliðnum.

Úrslitini í dag bera við sær, at ÍF rættuliga kann koma upp í part aftur í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting, um tað fer at eydnast fuglfirðingum at fáa úrtøku, tá ið teir í annaðkvøld fara at vitja við Løkin í Runavík.

 

22. umfar

07Vestur-B71 2-2

0-1: Gudmund Nielsen br 4.

1-1: Clayton Nascimento 11.

1-2: Høgni Midjord 60.

2-2: Clayton Nascimento 75.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

07 Vestur: Kristian Joensen - Tórstein Mýlingstind (Jens Erik Rasmussen, 73.), Ragnar Nattestad, Kingsley Amunike, Hans Arni Ellefsen - Holgar Djurhuus, Sjúrður Ellefsen (Badara Diedhiou, 46.), Jovan Panic, Eli Falkvard Nielsen - Joseph Bassene (Dánjal Rói Olsen, 86.), Clayton Nascimento

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen

B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen (Rúni Joensen, 79.), Andrezej Kazimierz Bednarz, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam - Mikkjal T. Hentze, Gudmund Nielsen (Marcus Klementsen, 86.), Bogi Hermansen, Høgni Midjord - Bakari Bojang, Tijani Mohammed

Gult kort: Bogi Hermansen, Bakari Bojang, Høgni Midjord

 

B68-B36 2-3 (1-2)

0-1: Súni Olsen 13.

0-2: Símun Joensen 30.

1-2: Ndende Adama Guéye 74.

1-3: Jonas Flint Rasmussen 84.

2-3: Jónleif Højgaard 90.

Dómari: Rói Jacobsen

B68: Petur M. Magnussen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Christian Stokholm, Niclas Joensen - Óli Olsen (Kristian Anton Andreasen, 55.), Ndende Adama Guéye, Jann Ingi Petersen, André Olsen, Remi Langgaard (Bjarki Johannesen, 61.) - Ahmed Keita (Jónleif Højgaard, 74.)

Gult kort: Oddur Højgaard, Remi Langgaard, Niclas Joensen, Christian S. Stokholm, André Olsen

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini (Ingi Højsted, 73.), Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen (Rasmus Dan Sørensen, 90.) - Jákup á Borg (Kenneth Jacobsen, 87.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Høgni Eysturoy

 

EB/Streymur-KÍ 3-0 (0-0)

1-0: Hans Pauli Samuelsen 72.

2-0: Leif Niclasen 84.

3-0: Arnbjørn Hansen 89.

Dómari: Georg N. Rasmussen

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø (Poul G. Olsen, 90.), Sorin Anghel, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen (Brian Olsen, 86.), Pauli G. Hansen, Daniel Udsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen (Hanus Olsen, 90.)

Gult kort: Sorin Anghel

KÍ: Gunnar á Steig - Monrad Holm Jacobsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen (Rudold Eliasen, 55.) - Álvur F. Christiansen, Høgni Madsen, Filip Djordjevic, Nenad Stankovic, Kristoffur Jakobsen (Hjalgrím Elttør, 73.) - Bárður Heinesen (Jógvan Isaksen, 33.)

Gult kort: Philip Djordjevic, Monrad Holm Jacobsen

Reytt kort: Sørmundur Kalsø 21.

 

HB-Víkingur 2-2 (2-1)

0-1: Símun Hansen 3.

1-1: Jón Krosslá Poulsen br 21.

2-1: Símun Samuelsen 31.

2-2: Finnur Justinussen 88.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen -

Jógvan Andriasl Nolsøe (Andrew av Fløtum, 68.), Kári Nielsen, Tróndur Jensen, Hanus Thorleifsson (Pál Mohr Joensen, 53.) - Símun Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen (Óli Arge, 78.)

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen (Evrard Ble, 57.), Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 57.), Símin Hansen (Páll Klettskarð, 71.) - Finnur Justinussen

Gult kort: Símun Hansen

 

Mánakvøldið kl. 18.00

NSÍ-ÍF

 

Støðan

B36 55

Víkingur 49

EB/Streymur 47

NSÍ 32

B68 23

HB 23

KÍ 22

07 Vestur 21

ÍF 19

B71 11

ÍF hevur spælt 20 dystir, EB/Streymur og NSÍ hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir.

 

23. umfar

Fríggjadagin 23. september

Víkingur-07 Vestur

Sunnudagin 25. september

B36-EB/Streymur

KÍ-NSÍ

ÍF-HB

B71-B68

 

 

Liðugt

2-3

90+5 min.

2-3: Jónleif Højgaard

Tað eydnaðist B68 at minka um munin, tá ið innskifti Jónleif Højgaard setti bóltin í málið. B68 royndi at trýsta, og tað var fjáltur á B36, men tað eydnaðist oddaliðnum at halda tørn um leiðsluna.

 

85 min.

1-3: Jonas Flint Rasmussen

Eftir hornasparksinnlegg varð roynd frá Símuni Joensen bjargað á málstrikuni, men miðverjin Jonas Flint Rasmussen setti síðani bóltin í málið, og harvið er B36 á sigurskós og eftir øllum at døma uppaftur tryggari oddasessi.

 

Niclas Joensen hjá B68 hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Jákupi á Borg.

 

75 min.

1-2

Ingi Højsted er komin inn á B36 liðið fyri Heina í Skorini, sum fyri løtu síðani var dygst við at skora, men bólturin fór í síðuneti.

Jónleif Højgaard er komin inn á B68 liðið í staðin fyri knæskadda Keita, sum hevur spælt í dag, hóast hann orsaka av skaða í knænum ikki er førur fyri at spæla við fullari ferð.

 

70 min.

1-2

Tað er sera lívligt og intenst, og málmøguleikar eru í báðum endum. Spælið er batnað seinastu løtuna.

 

65 min.

1-2

Toftamenn eru væl betri við nú. Teir geva toppliðnum ein skarpan gang í nærdystunum, og B36 hevur ilt við at fáa flótandi spæl í lag.

Bjarki Johannesen hjá B68 hevur avloyst Remi Langgaard.

Petur M. Magnussen í B68 málinum hevur verið góður í spælinum úti í brotsteiginum.

 

60 min.

1-2

 

55 min.

1-2

Kristian Anton Andreasen er komin inn á B68 miðvøllin í høgru í staðin fyri Óla Olsen.

B68 hevur verið ágangandi, og B36 hevur ikki verið so sannførandi í samanspælinum, sum gestirnir vóru í 1. hálvleiki.

 

50

1-2

Fyrsta løtan eftir steðgin hevur verið undirhaldandi við royndum á bæði málini. Jann Ingi Petersen hjá B68 hevur sæð gult fyri fríspark. Súni Olsen sendi frísparkið ímóti málinum, og Petur M. Magnussen bjargaði í tveimum umførum.

B68 hevur havt tvey hornaspørk hesar fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin.

 

Hálvleikur

45 min.

1-2: Ndende 44.

Eftir langa frísparksframlegging frá B68 liðformanninum, Jann Inga Petersen, varð Ndende púra leysur í málteiginum, tá ið hann setti bóltin í málið.

B68 hevur undan steðginum fingið fatur á aftur endanum, og í steðginum kunnu toftamenn fokusera á, at tað fyrr í ár hevur eydnast teimum at koma aftur í aftur, eftir at B36 á Svangaskarði hevur verið frammanfyri við tveimum málum. Ta ferðina endaði tað javnt.

 

 

40 min.

0-2

 

35 min.

0-2: Símun Joensen

B36 hevur økt um leiðsluna, og enn eina ferð átti ungi B68 málverjin sín leiklut. Aftur hesa ferð var talan um innlegg úr høgru, og aftur hesa ferð var málverjin so óheppin, at hann misti bóltin.Vinstri vongverjin hjá B36, Símun Joensen, takkaði fyri, og við høvdinum setti hann bóltin í málið.

B36 hevur gott tak á spælinum, men hóast støðan er 2-0 til B36, so hevur heimaliðið ikki verið niðurspælt.

 

30 min.

0-1

Annar av B68 miðverjunum, Oddur Højgaard, hevur sæð gult fyri at fella Lukasz Cieslewicz.

 

25 min.

0-1

B36 hevur gott tak á spælinum, og gestirnir hava havt onkrar góðar royndir ímóti B68 málinum.

B68 hevur verið vandamikið í onkrari hornasparksstøðu.

 

15 min.

0-1: Súni Olsen 14.

Talan var um málverjukiks. B68 málverjin megnaði ikki at halda bóltinum, og tá ið hann misti, var Súni Olsen fyrstur og setti krúllin undir bóltin, sum fór í málið!

 

 

10 min.

0-0

Higartil hevur tað gingið rættuliga javnt á. Bæði liðini hava hug at leypa á.

 

B68-B36 kl. 15.00

Dómari: Rói Jacobsen

B68: Peturn M. Magnussen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Christian Stokholm, Niclas Joensen - Óli Olsen, Ndende, Jann Ingi Petersen, André Olsen, Remi Langgaard - Keita

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Petur Magnussen verjir B68 málið í staðin fyri Tórð Thomsen, sum hevur verið fastur maður millum stólparnar.

Hjá B36 situr landsliðsspælarin Atli Danielsen á beinkinum.

 

---

 

Liðugt

2-2

 

2-2: Finnur Justinussen

Eftir ógvusligt trýst eydnaðist tað Víkingi at fáa eitt stig burturúr. Tá ið tað restaðu triggir minuttir av vanligu leiktíðini setti Finnur Justinussen bóltin í málið eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar.

Í síðstu løtu hevði Víkingur bóltin á tvørtrænum.

 

 

80 min.

2-1

Víkingur heldur støðugt trýst á HB, sum framvegis heldur tørn. Innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen hava havt gott góðar royndir.

 

65 min.

2-1

 

60 min.

2-1

Tað gongur javnt á. Finnur Justinussen hevur eina ferð verið tætt við at javna fyri Víking, men HB heldur tørn, og sum tíðin gongur, so man sjálvsálitið fara at vaksa hjá áður illa sperda HB.

 

Hálvleikur

45 min.

2-1

Víkingur hevur pressað, men gestirnir eru ikki komnir nærri, enn at toppskjúttin í Vodafonedeildini, Finnur Justinussen, við høvdinum hevur sent bóltin á tvørtræið aftanfyri Teit Gestson í HB málinum.

 

40 min.

2-1

 

35 min.

2-1: Símun Samuelsen 31.

Eftir fína sending frá Kára Nielsen, rann landsliðsspælarin frá verjuni, áðrenn hann lyfti bóltin upp um Geza Turi. Víkingur hevur sett meiri ferð á álopspartin.

 

25 min.

1-1: Jón Krosslá Poulsen br

Tað er lív komið í HB leguna, eftir at Jón Krosslá Poulsen við brotssparki hevur javnað eftir leiðsluna, sum Víkingur so tíðliga ognaði sær. Símun Samuelsen varð feldur eitt sindur til vinstru í brotsteiginum, og Eiler Rasmussen peikaði á ellivu metra blettin, og Jón Krosslá Poulsen umsetti til mál!

 

15 min.

0-1: Símun Hansen 3.

Víkingarnir gjørdu skjótt av. Fáir HB áskoðarar vóru komnir upp á pláss í HB skýlinum, tá ið teir bláu eftir innlegg settu bóltin í málið.

 

 

HB-Víkingur kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen -

Jógvan Skeel Nolsøe, Kári Nielsen, Tróndur Jensen, Hanus Thorleifsson - Símun Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Hans Jørgen Djurhuus, Símin Hansen - Finnur Justinussen

Merkisvert er tað, at HB liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, ikki er á listanum. Nýggjur liðformaður er Vagnur Mohr Mortensen.

 

---

 

Liðugt

90 min.

3-0

Tað kostaði at enda nógv hjá klaksvíkingum, at teir allan 2. hálvleik vóru undirmannaðir. Síðsta seymin setti Arnbjørn Hansen í, tá ið hann heilfluktaði bóltin í málið og harvið syrgdi fyri, at KÍ fyri aðru ferð í fýra dagar hevur lagt rygg til 3-0 tap!

 

85 min.

2-0: Leif Niclasen

 

75 min.

1-0: Hans Pauli Samuelsen

Endiliga hevur tað eydnast EB/Streymi at fáa hol á. Eftir aftur og fram í KÍ brotsteiginum eydnaðist tað Hans Paula Samuelsen at skora.

KÍ hevur sett Hjalgrím Etttør inn á vøllin í staðin fyri Kristoffur Jakobsen.

 

Hálvleikur

0-0

EB/Streymur hevur greiða yvirvág. KÍ hevur verið rárur gestur í brotsteiginum hjá landsliðsmálverjanum René Tórgarð.

 

 

35 min.

0-0

EB/Streymur hevur havt leikliga yvirvág. Heimaliðið hevur havt bóltin á tvørtrænum aftanfyri Gunnar á Steig, men tað er framvegis málleyst, hóast KÍ er undirmannað ímóti stórfavorittunum við Margáir.

 

 

25 min.

0-0

Stigatalvan boðaði undan dystinum frá, at brekkan fór at verða brøtt hjá KÍ, og nú er hon vorðin uppaftur brattari. Annar av miðverjunum, Sørmundur Kalsø, er rikin av vølli, eftir at hann nýtti neyðbremsuna ímóti Arnbirni Hansen.

 

 

15 min.

0-0

Heimaliðið hevur verið greitt omaná ímóti rættuliga verjukenda KÍ, men enn hevur ikki eydnast at skora mál.

 

EB/Streymur-KÍ kl. 15.00

Dómari: Georg N. Rasmussen

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

KÍ: Gunnar á Steig - Monrad Holm Jacobsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Høgni Madsen, Filip Djordjevic, Nenad Stankovic, Kristoffur Jakobsen - Bárður Heinesen

KÍ liðformaðurin, Hjalgrím Elttør, er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum. Uppstillingin hjá EB/Streymi er sera álopsrættað og boðar tískil frá, at heimaliðið ætlar sær at leypa á.

 

---

 

Liðugt

2-2

 

80 min.

2-2

Aftur var tað Clayton, sum við høvdinum setti bóltin í B71 málið. Støðan stóðst eftir at Jens Erik Rasmussen hevði misnýtt brotsspark fyri 07 Vestur, og bólturin varð lagdur innfyri aftur.

 

60 min.

1-2

Høgni Midjord hevur lagt sandoyingar á odda eftir fínt einmansavrik. 07 Vestur hevur ikki tak á, og sandoyingar hava verið nærri við at økja um leiðsluna, enn heimaliðið hevur verið at javna.

 

Hálvleikur

45 min.

1-1

Bæði liðini hava lagt størri dent á at verja enn at leypa á, og tískil hevur talan ikki verið um nógvar málmøguleikar.

 

35 min.

1-1

Tað gongur javnt á, men talan hevur ikki verið um fleiri upplagdar málmøguleikar á Dungasandi.

 

 

15 min.

1-1

Tað er undirhaldandi í Sørvági, har heimaliðið fekk stóran skelk, tá ið B71 legði seg á odda við brotssparki, sum 07 Vestur klossaði gestunum til, men síðani hevur toppskjúttin hjá vágamonnum, Clayton, stýrt innleggi í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen.

 

1-1: Clayton

 

0-1: Gudmund Nielsen br

 

07 Vestur-B71

Dómari: