B36: Lukasz ella Jákup fremst

Løgmanssteypið: B36 er uttan leikbannaða Ibrahima Camara til dystin í kvøld

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í kappingini um Lgmanssteypið millum Víking og B36. Fyri gestirnar úr B36 kemur tað illa við, at Ibrahima Camara hevur fingið tríggjar dystir leikbann fyri reyða kortið í Runavík móti NSÍ.

 

Rás2 og Livescore hjá in.fo hava beinleiðis frásøgn

 

Tað merkir, at hann ikki er tøkur til dystin í kvøld, ella landskappingardystin mánadagin, sum somuleiðis er móti Víkingi í Gøtu.

 

Les eisini: Mannfall í Víkingi

 

- Vit hava einar tveir møguleikar í álopinum, men nú fáa vit at síggja, sigur Eyðun Klakstein, sum ikki ordiliga vil avdúka hvussu hann loysir trupulleikan í álopinum.

 

Les eisini: HB uttan Fróða og Andrew

 

Væntandi verður loysnin antin Jákup á Borg á topp, sum móti EB/Streymi, ella at Lukasz Cieslewicz verður fluttur longur fram á vøllin. Málið fyri B36 er at skora og fáa okkurt við aftur til Havnar.

 

Les eisini: Rás2 sigur frá

 

- Um vit fyrst og fremt skora, og fáa ein javnleik ella ein sigur, so eri eg væl nøgdur. Eg vænti ikki at hendan uppgerðin verður avgjørd fyrr enn í seinna hálvleiki av seinnu hálvfinaluni, sigur Eyðun Klakstein , venjari hjá B36.

 

Tað hevur ljóðað, at B36 hyggur sær eftir einum framherja, tí felagið ikki er heilt nøgt við avrikin hjá Ibrahima Camara higartil. Hann hevur skotið nøkur mál, men leikliga kemur ikki nokk burturúr. Hesum avvísir venjarin hjá B36.

 

Les eisini: Longri leikbann til Camara

 

- Nei, vit eru ikki í samráðingum við nakran framherja, er svarið hjá Eyðuni Klakstein.

 

Fyrra hálvfinalan millum Víking og B36 verður í Gøtu í morgin klokkan 19.00. Í hinari hálvfinaluni hittast NSÍ og HB. Tann dysturin byrjar klokkan 18.30. Rás2 og Livescore hava beinleiðis frásøgn frá báðum hálvfinalunum.