16. juni í fjør dystaðust TB og B36 við Stórá í Trongisvági. Gestirnir fóru norður aftur við 1-0 sigri. Hetta var fyrsta ferðir í 2019, at Símun Rógvi Hansen vardi B36 málið, og tað var vorðið sum avrik. Hann vardi fyri, tá ið bólturin hevði farið í málið hjá nógv teimum flestu føroysku málverjunum og bjargaði B36 tepra sigurin.
Í morgun fór B36 hópurin um Suðuroyarfjørð. Teir halda til í Øravík, og tað er einki at síggja til Símun Rógva Hansen, sum er skaddur í knænum. Tað er dyggur smeitur. Sannlíkt er, at tað verður 20 ára gamli Mattias Heðinsson Lamhauge, sum fer at verja B36 málið íkvøld. Hann skifti í vetur úr HB og í B36. Royndirnar hjá honum í bestu deildini eru sambært faroesoccer.vo 10 dystir í málinum hjá AB, sum eitt skifti bæði í fjør og í fyrraárið leigaði hann úr HB.
Tað eru nógvir um boðið á toppliðnum, men síðstu vikuna hevur tað verið stór útskifting í miðverjuni. Liðformaðurin, Andrias H. Eriksen er skaddur, og Erling D. Jacobsen er ikki komin fyri seg eftir skaðasteðg. Tá ið tað varð greitt, at Sonni Ragnar Nattestad fór at verða ein av miðverjunum, varð Bjarni Petersen leigaður út til EB/Streym.
Í 6-2 heimasigrinum ímóti Skála síðsta leygardag var Eli Falkvard Nielsen miðverji. Í kvøld verður hann ivaleyst á miðvøllinum, meðan Erlendur Magnusson verður miðverji.
Millum TB fjeppararnar verður vónað, at tað verður góða útgávan av teirra liði, sum verður at síggja við Stórá íkvøld. Vánaliga útgávan var tann í Streymnesi síðsta leygarkvøld. Góða útgávan var í fyrsta umfari, tá ið TB við Stórá leingi pressaði meistararnar í KÍ, sum heilt til endan vann 2-1.
Tað er greitt, at nýggjur maður verður millum TB stólparnar. Meinhardt P. Joensen er leigaður úr KÍ. Fyri trimum árum síðani – í juni 2016 – vardi Meinhardt TB málið í trimum dystum.
Umframt málverjan, Frederik Mehder, eru John Jacobsen og Bartal Gram skaddir. Verjuspælarin Sebastian Kroner er tøkur aftur eftir leikbann.
TB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00.