B36 nærkast

Eitt vælleikandi B36 lið tók sær av løttum í Gundadali sunnudagin, tá botnliðið Skála var á vitjan. Ongantíð var nakar ivi um, at havnarliðið fór at vinna dystin, og nú nærkast B36 oddinum

Hóast B36 var stórfavorittur undan dystinum móti Skála í Gundadali sunnudagin, spøkti 1-1 javnleikurin millum somu liðini fyrr í ár í bakhøvdinum á mongum óróligum B36 viðhaldsfólkum.
Men hesaferð var søgan øðrvísi, og B36 sat á dystinum frá byrjan til enda. Eftir hálvleiksstøðuna 4-0 vísti máltalvan 6-0, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, og tískil var talan um ein sannførandi sigur, sum í roynd og veru var ein avgreiðsluspurningur hjá B36.

B36 avgjørdi tíðliga
Bert fimm minuttir vóru farnir av dystinum, tá B36 fekk fyrsta málið. Bárður Mortansson, sum var sera vælleikandi í høgra borði, legði B36 á odda eftir trunkaspæl, og hóast dysturin bert var fimm minuttir gamal, lá ein stórsigur í luftini.
Næstu løtuna gekk báðar vegir, og var hetta besta periodan hjá Skála í dystinum. Bæði B36 og Skála høvdu naskar royndir á málið, og B36 verjuleikarin Arnbjørn Danielsen noyddist enntá at bjarga á strikuni eftir eitt Skála álop. Í 22. minutti var B36 aftur uppá spæl, og hetta málið var kanska mønustingurin hjá Skála. Eftir eina góða fríspæling gjørdist skálamaðurin í B36, John Petersen, púra leysur við málverjanum, og uttan trupulleikar legði hann B36 á odda 2-0.

Einvegis ferðsla
Eftir málið til 2-0 tóktist Skála hava mist vónina, og talan var um einvegis ferðslu restina av hálvleikinum. Løtu eftir 2-0 málið hevði John Petersen enn ein gyltan møguleika eftir fríspæling frá Bárði Mortansson, men bólturin brast í tvørtræið. Í 37. minutti økti Jákup á Borg á offensiva miðvøllinum til 3-0 eftir innlegg úr høgru frá Bárði Mortansson enn einaferð, sum var ein áhaldandi hóttan allan fyrra hálveik. Sum heild fór álopsspælið hjá B36 nógv ígjøgnum høgru síðu.
Fjórða málið kom bert tríggjar minuttir eftir málið til 3-0, og var málskjúttin enn einaferð John Petersen. Jákup á Borg sendi horna úr vinstru, og John skallaði bóltin í netmeskarnar til 4-0, áðrenn farið var til hálvleiks.

Julian Johnsson í góðum formi
Landsliðsleikarin Julian Johnsson, sum í fimm ár hevur verið fulltíðar yrkisleikari í Noregi og Onglandi, spældi sín fyrsta heimadyst í 1. deild í ár, og vísti hann góðar taktir í Gundadali. Beint áðrenn hálvleik skallaði hann á tvørtræið, og tá seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, skallaði Julian bóltin í málið eftir frálíkt innlegg úr vinstru frá Magna á Lakjuni. Hóast Julian á pappírinum aloftast spælir á defensiva miðvøllinum, hevur hann sera góð evnir at renna í djúpdina og harvið gerast málvandamikil, og tað vísti hann ferð eftir ferð sunnudagin.
Eftir fimta málið dovnaði dysturin, og ferðin var lág. Skála kom meiri við aftur í dystin, og spældu teir seg eisini fram til onkrar málmøguleikar, men eingin effektivitetur var at síggja í álopinum.
Magni á Lakjuni setti punktum á málveitsluna í 65. minutti, tá hann úr stuttari fjarstøðu hevði fylgt upp, eftir at málverjin hevði hálvbjargað frá John Petersen. Málmøguleikar vóru báðar vegir eftir sætta málið, men ferðin og intensiteturin var sjálvsagt farin úr dystinum. Fyri B36 høvdu bæði Julian Johnsson og John Petersen møguleikar at økja, meðan Marius Joensen hevði størsta málmøguleikan hjá Skála móti endanum av dystinum.

Toppurin nærkast
Samanumtikið var talan um ein avgreiðsluspurning hjá B36, sum ikki lat mistakið frá fyrr í ár inni á Skála endurtakast. Nú er oddurin ikki eins fjarur og frammanundan, og tá HB tapti í Klaksvík, eru bert seks stig upp til oddaliðið HB.
Í løtuni sær ikki gott út hjá Skála, serliga ikki eftir frálíka javnleikin hjá TB á Toftum, men hóast alt eru ikki meiri enn trý stig millum bæði botnliðini, og tað skal bert ein dystur til at fáa javnvág í rokniskapin.