B36 nærkast heiðursmerkjum

2. deild: Við einum 4-1 sigri á ÍF á útivølli er B36 av álvara farið at nærkast einum heiðursmerki í 2. deild.

Undan dystinum í Fuglafirði ímóti ÍF hevði B36 tapt heili fimm av teimum seks útidystunum higartil í ár. Tað var tí ikki líkt til, at B36 fór at gera nakrar skreytir, men hagtølini vístu seg ikki at verða eftirfarandi í hesum føri. Hóast ÍF legði seg framum, so vann B36 sannførandi 4-1, og nú eru heiðursmerkini av álvara í ljósmála. Hesin sigurin var kanska serliga týdningarmikil hjá havnarmonnum, sum nú bara eru eitt stig aftanfyri ÍF á triðja plássi.

Tað var annars ÍF, sum legði betur fyri, og Bárður á Lakjuni skeyt eisini heimaliðið framum. Rúni Petersen legði ein flatan bólt innfyri, sum eingin av verjuleikarunum fekk fatur á. Við handaru stong stóð Bárður á Lakjuni og skeyt í tað tóma málið.

Eftir hetta gekk javnt á, og eingin nevnisverdur møguleiki var. Beint fyri steðgin javnaði B36, tá Brynleif Hansen tveitti seg fram og beindi eitt flatt innlegg úr høgru í málið, og 1-1 var støðan, tá liðini fóru til hálvleiks.

Beint sum seinni hálvleikur var farin gongd, var Brynleif Hansen aftur uppá spæl. Hesuferð skallaði hann ein bólt niður til Niels Joensen, sum stóð púra fríur í málteiginum. Niels Joensen var eisini maðurin, sum gjørdi tað til 3-1, tá hann varð spældur púra fríur, og hann rak eisini málverjan av, og so var 3-1 til útiliðið.

Einki vildi bera til hjá ÍF, sum skuldi vinna henda dystin fyri at halda lív í vónunum um at endurvinna sætið í 1. deild beinanvegin. ÍF hevði ikki tað stóra at bjóða uppá, og heimaliðið megnaði ongantíð at leggja nakað stórt trýst á B36 verjuna, sum serliga í seinna hálvleiki vardi sera væl.

Seinasta málið í dystinum tók væl samanum avrikið hjá ÍF leygardagin. Hornaspark varð sent innfyri, og heilt inni í málteiginum kundi Bárður Olsen púra ótarnaður set fótin á bóltin. 4-1 til B36, og teir fáu fuglfirðingarnir, sum vórður savnaðir omanfyri vøllin, sóu vónina um 1. deildar fótbót hvørva sum døgg fyri sól.

Nú eru heili fimm stig upp til TB, og tað verður torført at fáa tvørámenn aftur, nú bara fimm dystir eru eftir. Næsti dysturin verður avgerandi fyri lagnuna hjá ÍF. Tá gongur leiðin til Tvøroyrar, og tann dysturin skal vinnast, um nøkur vón skal verða fyri uppflyting, men tað verður torført at vinna, tí TB hevur vunnið fimm av teirra seks heimadystunum.


ÍF-B36 1-4 (1-1)

1-0: Bárður á Lakjuni

1-1: Brynleif Hansen

1-2: Niels Joensen

1-3: Niels Joensen

1-4: Bárður Olsen