##med2##
Tað endaði við javnleiki 1-1 í uppgerðini millum B36 og NSÍ. Tað var eitt úrslit, ið mest kom til góðar hjá KÍ, ið spælir móti TB klokkan 18.30 í kvøld, og hjá Víkingi, ið spælar móti AB í morgin klokkan 15.
B36-NSÍ 1-1 (1-0)
21' 1-0: Michal Przybylski
92' 1-1: Jóhan Troest Davidsen
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum og dystarendanum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum iðrar seg um, at NSÍ javnaði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, men tá talan er um hugburð og avrik er Jákup nøgdur við sínar menn.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við virkandi liðskiparan hjá NSÍ, Jóhan Troest Davidsen, ið slær fast, at teir í NSÍ eru likamliga væl fyri, og tað kom teimum til góðar seinastu løtuna tá teir bjargaðu einum stigi heim.
4) Hoyr Oddbjørn Joensen saman við Tróndi Arge taka samanum dystin. Oddbjørn heldur, at leikliga var B36 væl betur og hevði uppiborið at vunnið dystin.
Støðan í Betrideildini:
Betrideildin | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | NSÍ | 14 dystir | 10 | 2 | 2 | 36:13 | 32 stig | |
2. | KÍ | 13 | 10 | 2 | 1 | 33:10 | 32 | |
3. | B36 | 14 | 10 | 1 | 3 | 23:13 | 31 | |
4. | Víkingur | 13 | 9 | 2 | 2 | 29:16 | 29 | |
5. | HB | 13 | 7 | 3 | 3 | 30:17 | 24 | |
6. | Skála | 13 | 5 | 0 | 8 | 15:16 | 15 | |
7. | TB | 13 | 3 | 3 | 7 | 11:25 | 12 | |
8. | EB/Streymur | 13 | 2 | 1 | 10 | 16:36 | 7 | |
9. | AB | 13 | 1 | 1 | 11 | 14:37 | 4 | |
10. | ÍF | 13 | 1 | 1 | 11 | 10:34 | 4 |