Sambært kappingarskipanini skuldu liðini annars spæla í Runavík um vikuskiftið, men NSÍ skal tá spæla um Atlantic Cup steypið móti íslendsku meistarunum. B36 hevur játtað, at teir kunnu spæla í Gundadali hóskvøldið, og verður dysturin spældur klokkan 18. Tað merkir so eisini, at dysturin í Havn millum somu lið, sum eftir skipanini skuldi verið spældur 29. juni, ístaðin verður spældur í Runavík.