B36 og HB hittast í síðsta umfarinum

KÍ ætlast í fyrsta umfarinum at skula fáa vitjan av HB, meðan tað er lagt upp til stríð um Havnina, tá ið B36 í 27. og síðsta umfarinum skal eiga heimavøll ímóti grannunum, sum trý tey seinastu árini hava verið meistarar, meðan B36 tvey tey seinastu árini hevur vunnið silvurkrónurnar

FÓTBÓLTSSKRÁIN

Einki punkt í skránni á FSF aðalfundinum, sum verður hildin í dag, snýr seg um landskappingina í fremstu deildini og tær broytingar, sum ætlast at verða framdar. Tá verður sæð burtur frá uppskotinum um at strika upp- og niðurflytingardystirnar, sum Fótbóltssambandið vil hava feløgini at taka undir við í dag.
FSF og kappingarnevndin hava gjørt av, at landskappingin í bestu deildini í ár skal økjast við 50 prosentum. Í staðin fyri átjan skulu í fremstu deildini spælast 27 umfør. Onkrar røddir hava undrast og spurt, hví hetta hevur havt sovornan skund, tí tað hevur ikki verið mett, at málið hevur verið liðugt viðgjørt. Tað eru FSF og kappingarnevndin ikki samd við teimum undrandi í, og uppskot til kappingarskipan fyri nýggja og víðkaðu kappingina er gjørt.
Um kappingin verður soleiðis, sum uppskotið leggur upp til, so fer B36 í 27. og síðsta umfarinum, sum er sett at vera 22. oktober, at eiga heimadyst ímóti grannunum í HB. B36 hevur tvey tey seinastu árini vunnið næstfremsta plássið, og HB hevur verið meistari tríggjar tær seinastu ferðirnar. Hinir fýra dystirnir í síðsta umfarinum ætlast at verða hesir: Skála-GÍ, VB-EB/Streymur, ÍF-TB og KÍ-NSÍ.
Fyrsta umfarið er sett at vera 28. mars, sum er 2. páskadagur. Tá er ætlanin, at tey bæði feløgini, sum í fjør fóru um tey hundrað, skulu hittast í Klaksvík. Umframt KÍ-HB eru hesar uppgerðir á skránni 28. mars: VB-ÍF, GÍ-EB/Strreymur, Skála-TB og B36-NSÍ.
2. umfarið ætlast at verða spælt 3. apríl, og tá ætlast skráin at síggja soleiðis út: KÍ-VB, HB-NSÍ, TB-B36, EB/Streymur-Skála og ÍF-GÍ.
Síðsta umfarið undan summarsteðginum, sum verður tað 17., ætlast at verða spælt 17. juli, og fyrsta umfarið eftir summarsteðgin er á skránni 7. august.
Ætlanin er, at fyrsta umfarið í 2. deild skal spælast 30. apríl. Tá sær skráin soleiðis út: B36-B68, Royn-FSV, AB-B71, LÍF-Sumba og GÍ-HB. Átjanda og síðsta umfarið í næstbestu deildini er ásett at vera 22. oktober. Tá sær skráin soleiðis út: B36-FSV, Royn-B71, AB-Sumba, LÍF-HB og B68-GÍ.

Møguleiki er at viðgera málið
Hóast spurningurin um landskappingina ikki er á aðalfundar skránni, so er møguleiki fyri, at málið kann verða viðgjørt á aðalfundinum, um tað eru nóg nógv feløg, sum ynskja tað.
Sambært grein sjey í lógunum fyri Fótbóltssamband Føroya, sum tað eitur í skipanini, so ber hetta til. Har verður sagt, at uppskot um mál at seta á skránna skulu vera FSF í hendi í seinast lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Men so verður lagt afturat eitt sindur seinni í somu grein, at mál, ið ikki standa á skránni, kunnu verða tikin til viðgerðar og avgjørd, um tveir triðingar av umboðsfólkunum játta tí.
Í FSF hevur fatanin verið, at tað er rætturin og ábyrgdin hjá nevndini at leggja kappingarnar til rættis, og at hetta ikki er ein spurningur, sum eigur at verða viðgjørdur á aðalfundinum. FSF heldur seg á fundinum við feløgini í heyst at hava fingið uppbakking til at broyta kappingina. Orðaskiftið í vetur hevur bent á, at hesum eru ikki øll feløgini samd við leiðsluni í FSF í, og so fæst at síggja á aðalfundinum í dag, hvussu hetta fer at laga seg.