B36 orsøk til Brøndby-tap

Heilt óvæntað tapti Brøndby 3-0 á heimavølli móti Randers í gjár

Orsøkin var strævna Føroya-ferðin, sigur venjarin Tom Køhlert. – Tað var heilt sjónligt, at leikararnir vóru troyttir eftir ferðina í Føroyum, og fleiri av lyklaleikarunum, sum vanligt arbeiða hart allan dystin á tamb, hava ikki tað síðsta í dag, sigur Tom Køhlert millum annað við heimasíðuna hjá Brøndby eftir ósigurin. Úrslitini í SAS-liguni hetta umfarið vóru annars hesi: FC Midtjylland - AC Horsens 2-1, Esbjerg fB - FC Nordsjælland 1-1, OB - AGF 3-1 og Brøndby IF - Randers 0-3.