Ólavsøkan er byrjað, og afturvendandi siðvenjan við, at høvuðsstaðarfeløgini spæla landskappingardyst á heimavølli á Ólavsøku verður eisini hildin við líka í ár. AB spældi í gjár á heimavølli ímóti NSÍ í einum dysti, sum endaði 1-2 til gulu vespurnar úr Runavík. Tískil hevur NSÍ fyribils lagt seg á odda í Effodeildini, men B36 kann taka oddasessin aftur, um teir vinna dagsins dyst ímóti ÍF.
Dagsins ólavsøkudystur byrjar klokkan 18. Áhugavert er, at hetta er fyrsti dystur á nýggja graslíkinum á ovara vølli í Gundadali.
Í summarsteðginum hevur B36 styrkt seg við danska framherjanum Philip Lund, ið væntandi byrjar inni í álopinum í dag. Breiddin á hópinum hjá B36 er eisini blivin styrkt við Rasmusi Dan Sørensen, ið er komin aftur til felagið eftir at hava verið útleigaður til EB/Streym í fyrru hálvu av kappingini.
B36 hevur verið rættiliga skaðadarvað í fyrru helvt av kappingini, men nú stendur betri til á hesum økinum. Hørður Askham er framvegis somikið skaddur, at hann ikki fær verið við, men væntandi verður Jónas Tór Næs aftur at síggja í hópinum fyri fyrstu ferð síðani annað leikumfar, sum varð spælt fyrst í mars. Annars skuldu allir aðrir leikarar í B36-hópinum verið klárir til dystin ímóti fuglfirðingum.
Ólavsøkugestirnir úr ÍF hava styrkt seg við Boga Reinert Petersen, ið hevur spælt nógv á besta liðnum hjá fuglfirðingum seinastu árini. Bogi hevur verið í Danmark í fyrru helvt av kappingini, men er nú komin heim at spæla við fuglfirðingum.
Sagt verður úr Fuglafirði, at allir leikarar hjá ÍF eru tøkir til dystin. Í morgin verður eisini fyrstu ferð, at ársins leikari í Effodeildini í fjør, Adeshina Lawal, spælir í Gundadali ímóti fyrrverandi felagi sínum.
Dysturin byrjar klokkan 18, og verður hann dømdur av Peturi Reinert.