B36 skiftir aftur málverja

Nýggjur maður er aftur í dag millum stólparnar hjá árstalsfelagnum

Símun Rógvi Hansen var ætlaður at vera fyrsta val millum B36 stólparnar í ár. Í 3-1 sigrinum í Trongisvági var hann skaddur. Tá vardi Mattias Lamhauge B36 málið.

Í dag er aftur nýggjur maður millum B36 stólparnar. Tað er 20 ára gamli Rói Mørk Hentze.

Hann hevur sambært faroesoccer.com spælt 19 dystir í Betrideildini.

Hjá HB er tað stórur saknur í Adrian Justinussen, sum hósdagin ímóti Víkingi breyt eitt bein í øðrum fótinum.

B36 – HB kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestgad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Delphin Tshiembe, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mattias Nygaard, Bartal Wardum, Dan í Soylu – René S. Joensen, Pætur J. Petersen