B36 styrkti um sína støðu

1. DEILD: Sigurin í grannauppgerðini í gjárkvøldið ber við sær, at næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum nú er níggju stig frá niðurflytingarplássi

Mynd: B36

Fyrsti dysturin í 23. umfari í næstbestu deildini var í gjárkvøldið. Talan var um grannauppgerð í høvuðsstaðnum. Undrið FFm var í Gundadali gestur hjá B36, og vertirnir vunnu øll stigini. Eftir málleysan fyrra hálvleik endaði tað 3-0 til heimaliðið.

 

Sjey minuttir eftir steðgin setti 16 ára gamli Mattias Hellisdal hol á. Hetta var triðju ferð, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Níggju minuttir seinni økti 19 ára gamli Sámal Jákup Jacobsen um munin til 2-0. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað veteranurin Alex Mellemgaard, sum staðfesti 3-0 sigurin.

 

Sigurin ber við sær, at B36 hevur 24 stig fyri 23 dystir. B36 er á áttanda plássi, og tað eru níggju stig aftur til NSÍ, sum er undir strikuni við 15 stigum. NSÍ hevur spælt ein dyst færri enn B36. Hinir dystirnir í 23. umfari vera í kvøld og í morgin.

 

 

 

B36 – Undrið FF 3-0 (0-0)

 

1-0: Mattias J. Hellisdal 52.

 

2-0: Sámal Jákup Jacobsen 61.

 

3-0: Alex Mellemgaaard 93.

 

Dómari: Rani A. Skaalum

 

 

 

Í dag

 

07 Vestur – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 18.30

 

HB – ÍF: Árni Brandsson Petersen kl. 19.00

 

B71 – NSÍ: Petur Reinert kl. 19.15 

 

Í morgin

 

TB – KÍ: Jón Tór Baldvinsson kl. 17.30

 

 

 

Støðan  

 

TB221633642851
ÍF221543472749
Víkingur221246593740
B71221147412837
Undrið FF231139403536
2211110493934
HB228311374727
B36236611394924
NSÍ223613297315
07 Vestur22022020642

Mynd: B36