B36 skal í øllum førum skjóta tvey mál á ovari vølli í Gundadali í komandi viku, um felagið skal vinna seg víðari í annað umfar í Europe League. Tað varð greitt fyri lítlari løtu síðan, tá liðið legði rygg til 2-0 tap á útivølli móti Olimpi Rustavi úr Georgia.
Georgi Megreladze stóð fyri báðum málunum hjá heimaliðnum. Fyrsta málið kom eftir góðum 10 minuttum, og framherjin staðfesti sigurin, tá tveir minuttir restaðu í.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, var Shota Babunashvili útvístur. Hann verður tískil ikki við, tá Olimpi Rustavi kemur á vitjan hjá B36.
Olimpi Rustavi ? B36 2-0 (1-0)
1-0: Georgi Megreladze, 10.
2-0: Georgi Megreladze, 88.
Reytt kort: Shota Babunashvili, 90.