B36 tevjar heiðursmerki

Við sigrinum á EB/Streymi í farna umfari hevur B36 av álvara bjóðað av í stríðnum um heiðursmerki. Árstalsfelagið hevur bara eitt stig upp til EB/Streym á triðja plássi, sum tó hevur spælt ein dyst færri.

 

B36 hevur havt eitt misjavnt kappingarár higartil, men við sigrinum á EB/Streymi er líkt til, at B36 er um at fáa fatur á langa endanum. Hinvegin, so hevur B36 fleiri ferðir mist óvæntaði stig, tá tað hevur sæð gott út.

 

Í 07 Vestur kámast vónin fyri at yvirliva í hvørjum. Mánakvøldið høvdu teir ein gyltan møguleikan at fáa lív í aftur vónina, men tað bleiv av ongum, tí AB vann botnuppgerðina. 07 Vestur hevur tó spælt fleiri góðar dystir í seinastuni.

 

Ein av teimum dystunum var móti júst B36 í Gundadali, tá tað eydnaðist at fáa málleysan javnleik. Síðani hava teir spælt ein góðan dyst móti HB og vunnið á KÍ. Er hetta seinasti møguleikin hjá 07 Vestur? Ja, helst.

 

Effo-deildin – 19. umfar:

HB – Víkingur: 15.00

EB/Streymur – TB: 15.00

07 Vestur – B36: 15.00

NSÍ – AB: 17.00 (Beinleiðis á Rás2)