B36 trýr upp á tað

Uppgávan er trupul, men vit spæla heilt avgjørt fyri møguleikanum, sigur liðformaðurin hjá B36, nú liðið fyrireikar seg til týdningarmikla UEFA-Cup dystin

Upptakt

Við einum teprum 1-2 tapi í viðførinum hevur B36 enn møguleikan at vinna seg enn eitt umfar fram í UEFA-Cup kappingini í fótbólti.
Hóskvøldið verður seinni dysturin millum liðini spældur, og tó at ein 1-0 sigur kanska ljóðar sum yvirkomulig uppgávu á pappírinum, so er eingin ivi um, at talan er um sera stóra uppgávu hjá B36. Nakað sum spælararnir eisini ásanna sjálvir. Nú liði fyrireikar seg til dystin, fingu vit orðið á Pól Thorsteinsson:
- Vit spæla sjálvandi móti einum betri liði, og tí skulu vit vera varnir á vøllinum. Sammett við til dømis ÍBV, sum vit vunnu á á ólavsøku, so er FCM eitt nógv betri lið, so í útgangsstøðinum verða vit helst nóg so verjukendir.
- Men hinvegin, so skulu vit bara hava eitt mál, og tí fara vit sjálvandi eftir. Bara tað at vit hava møguleikan, er eisini betri enn hvat nakar hevði væntað ella vóna, og tá møguleikin er har, so fara vit sjálvandi eftir honum, staðfestir hann.

Grava seg ikki niður
Við einum verjukendum útgangsstøði meinar Pól tó ikki, at teir á nakran hátt fara at grava seg niður í verjupartinum.
- Tað nyttar so einki. Gera vit tað, so tapa vit dystin. Útgangsstøðið verður helst á leið tað sama, sum tað var í Danmark, har vit royna at vera væl skipaðir í verjupartinum, fyri síðani at taka kjansin, tá vit kunnu fáa hann frameftir.
Ta ferðina eydnaðist tykkum at halda FCM frá nøkrum opnum møguleikum rættiliga leingi. Men teir skoraðu kortini tvær ferðir eftir deyðbóltsstøður. Hava tit lagt dent á hetta í fyrireikingunum?
- Ja. Vit hava vant slíkar støður í vikuni, so vónandi eru vit betri fyrireikaðir til tann partin. Og so skuldi tað eisini bøtt um støðuna í so máta, at Fróði Benjaminsen nú er tøkur aftur eftir leikbann. Hann er ein av allar bestu føroysku spælarunum í luftini, so tað verður heilt víst ein stór hjálp, at hann aftur er við.
- Hartil, so kann tað verða ein fyrimunur hjá okkum, at Tórsvøllur ikki er so góður at spæla á. Teir spældu ikki serliga skjótt í fyrra dystinum, og kann vøllurin fáa teir at seta ferðina enn longur niður, so kann tað væl verða, at tað talar til okkara fyrimun, heldur Pól.

Væntar dyggan stuðul
Saman við Fróða Benjaminsen er Bergur Midjord nú tøkur aftur hjá B36. Teir høvdu báðir leikbann seinast, og hesa ferð er tað so Kenneth Jacobsen, sum er leikbannaður. Hartil stendur tað heilt víst, at Herbert í Lon ikki verður klárur til dystin, meðan tað er heldur ivasamt við Inga Højsted. Ingi var ikki við, tá B36 sunnudagin tapti fyri NSÍ, og tað er einki at ivast í, at hann er ein ógvuliga týðandi brikkur í spælinum, um B36 skal hava møguleika at standa seg. Ikki minst, tá hugsað verður um fyrra dystin í Herning, har Ingi snøgt sagt var besti maðurin á vøllinum.
Og so er tað spurningurin um áskoðararnar. Hesir vóru nógvir í tali, tá ÍBV vitjaði ólavsøkuaftan, og hóast Pól ásannar, at talan neyvan verður um heilt so nógv fólk hesaferð, so bæði vónar og væntar hann, at talan verður um dyggan stuðul.
- Á ólavsøku kendu vit veruliga, at vit vóru á heimavølli. Tí vóni eg, at talan aftur hesaferð verður um eina manssterka fjøld, sum kemur at stuðla okkum. Og her haldi eg eisini, at felagið hevur handlað rætt, tá teir ikki hava skrúvað atgongumerkjaprísin ov høgt upp, staðfestir Pól Thorsteinsson at enda.