B36 vann á grannunum

HB legði seg á odda, men B36 svaraði aftur og vann 3-1

 

 

B36 skrivar soleiðis:

 

B36 vann í kvøld 3-1 á HB í VFF Kup.

 

HB kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við einum góðum skoti frá Ása Dam.

 

Stutt fyri hálvleik bleiv brotsspark framt ímóti Bjarka C. Nielsen, og tað setti Magnus Holm Jacobsen trygt í netið.

 

Seinni hálvleikur var javnur við møguleikum til báðar partar. Men stutt eftir, at Martin bleiv innskiftur, so slapp hann leysur í høgru síðu og spældi bóltin útfrá til Andrass, sum smekkaði bóltin í kassan.

 

Og stutt fyri dystarlok fekk Uros Stojanov ein bólt í djúpdina, sleit seg leysan frá verjuleikara og smekkaði kúluna í mótsatta horn.

 

 

 

B36: Mattias Lamhauge – Andreas Thomsen, Mattias Wehe Joensen, Thor, Magnus Egilsson – Magnus Holm Jacobsen, Jógvan Gullfoss, Michal Przybylski – Símun Sólheim, Uros Stojanov, Bjarki C. Nielsen

 

Á vøllin í seinna hálvleiki: Andrass Johansen, Martin Agnarsson, Eli Falkvard Nielsen, Rani í Soylu, Markus Hellisdal

 

HB: Bjarti V. Mørk – Ási Dam, Heðin Hansen, Daniel Johansen, Dan í Soylu, Tróndur Jensen, Stefan Radosavljevic,  Gustav Kjeldsen (dani sum royndarvenur), Jákup L. Thomsen, Hilmar Leon Jakobsen, Áki Samuelsen

 

Skiftir inn: Hørður H. Askham, Jónas Samuelsen, Hanus Sørensen, Eivind R. Mouritsen, Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen