Fair play-steypið endar ofta hjá ovaru liðunum - ivaleyst sum ein avleiðing av, at frustratiónirnar eru færri hjá hesum liðum.
Undantakið var í fjør, tá 07 Vestur vann heiðurin, hóast teir fluttu eina deild niður. Í ár var tað B36, sum fekk heiðurin, og steypið fyri hetta fer altso at standa í syðra húsinum í Gundadali í vetur.