Jóhan Hendrik Ellefsen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Sarpugerði. Lagið er øgiliga gott í heimaleguni, meðan fleiri at B36 áskoðarunum longu miðskeiðis í seinna hálvleiki sóust vera á veg í bilarnar fyri at fara til hús.
B36 vónbrotið er øgiliga stórt. Nú dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð vísti máltalvan 4-0. Hetta minnir ikki so lítið um, tá ið B36 í heyst var í Gøtu og fór til hús við 6-0 sekki.
Fyrstu løtuna bendi einki á, at talan fór at verða um stórt skrædl, tí tá var tað B36, sum hevði betri tak á spælinum. Men tá ið veteranurin Sølvi Vatnhamar miðskeiðis í fyrra hálvleiki og við fínum skoti av brotsteigarmarkinum skoraði til 1-0, var tað heilt týðuligt, at nú var tað heimaliðið, sum setti seg á spælið.
Tveir minuttir eftir hvíldina var tað miðvallarin Géza Dávid Turi, sum skoraði til 2-0, eftir at Sølvi Vatnhamar legði innfyri. Hann plagdi ikki at skora á hvørjum ári, men longu nú hevur hann skorað trý mál. Tá ið ein tími var farin, var tað veteranurin Jákup Johansen, sum økti um munin til 3-0, tá ið hann eftir fínt álop var heilt leysur.
Í seinna hálvleiki var B36 ikki at kenna aftur. Verjuspælið var heilt í upploysn, og so var tað Árni Jóa Atlasnon, sum staðfesti sigurin eftir fína sending frá Finni Justinussen. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá Árna Nóa Atlason í bestu deildini.
Víkingur – B36 4-0 (1-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar 27.
2-0: Géza Dávid Turi 47.
3-0: Jákup Johansen 59.
4-0: Áni Nóa Atlason 72.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi, Árni Nóa Atlason – Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg – Finnur Justinussen
B36: Bjarti Vitalis Mørk – Jann J. Benjaminsen, Andrias H. Eriksen, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson – Jelle van der Heyden, Mattias J. Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Zean Peetz Dalügge