B36 vil vinna NSÍ aftur

Við sigrinum í gjár legði NSÍ seg fyribils á odda í Formula-kappingini. Og í kvøld fæst so at vita, hvørt oddasessurin stendur við alla vikuna.

Tað er eitt at kalla fullmannað B36-lið, sum fer á vøllin í dag. Amed Davy Sylla er aftur tøkur, eftir at hann var burturstaddur í sigrinum á GÍ seinast.

Hjá Skála eru ivamál um Paula G. Hansen, Slavisa Kaplanovic og Arnhold Berg.

Dysturin í Gundadali verður spældur klokkan 19.