B6 einki eindømi

Í hesum døgum eru nógv eygu vend ímóti B6 á Landsjúkrahúsinum. Bæði einstaklingar og feløg hava úttalað seg og hava víst sympati við sjúkrasystrunum, sum hava sagt seg úr starvi.

 

Tað hevur verið gott at sæð og hoyrt argumentini, sum nógv eru komin við; tí tey hava týðiliga víst, at nógv eru, sum skilja støðuna og síggja, hvussu skeivt leiðslan ber seg at.

Eg vil eisini vísa sjúkrasystrunum á B6 sympati. Eg haldi, at tað er so flott, at tær í felag traðka fram og vísa Føroya fólki á ein trupulleika, sum hevur verið í fleiri ár innan almanna- og heilsuøkið. Hetta ógvisliga stig tær hava tikið, fer kanska at gera, at tað nú endiliga fer at koma vend í, og at okkurt fer at henda á hesum økinum.

Tí B6 er so sanniliga ikki tann einasta deildin ella arbeiðsplássið innan almanna- og heilsuøkið, sum hevur hendan trupulleikan. Trupulleikin talan er um, er at deildir og arbeiðspláss eru undirnormeraði, soleiðis at arbeiðsbyrðan verður alt ov stór hjá teimum, sum starvast har til dagligt. Harafturat hevur viðlíkahald og endurnýggjan av hjálpitólum, amboðum og innbúgvi verið so at siga eingin. Leiðslurnar goyma seg aftan fyri sparingar og fíggjarstøðu sum heild. Eisini pástanda tær, at talan er, í hvussu so er ikki um undirnormering, og tosa um normeringar á deildum og arbeiðsplássum ymsastaðni uttanlands. Hví tosa tær ikki út frá tí, sum veruliga hendir ár aftan á ár her í Føroyum? Nevnliga at arbeiðsbyrðan á deildum og arbeiðsplássum er so stór, at neyðugt er at brúka tímalønt fólk alt árið runt. Talar tað ikki fyri seg? Vísir tað ikki at normeringarnar eru ov lágar? Eg meini so við, - hetta er ikki nakað, sum er hent eitt ár og á einum arbeiðsplássi. Nei, hetta er nakað, sum hendir ár aftan á ár og á fleiri arbeiðsplássum innan almanna- og heilsuøkið runt um í Føroyum. Hvussu ber tað til, at í hundraðtúsindavís av krónum uttan víðari kunnu brúkast ár aftan á ár til tímalønir, men at sama upphædd ikki kann brúkast til fastar lønir? Eg rokni við, at tað er ein gáta fyri Føroya fólki, at almanna- og heilsustýrið og landstýrismaðurin á almanna- og heilsuøkinum einki hava gjørt við hetta, øll hesi árini, hetta hevur verið soleiðis. Onkur vil kanska meina, at tað botnar í kreppuni, sum Føroya land hevur verið í, og allar sparingarnar, sum hava verið í kjalarvørrinum av tí. Men álvaratos, er Føroya land í kreppu enn? Er tað ikki uppá tíðina, at vit koma eitt stig víðari? Føroya fólk hevur lagt rygg til alla kreppuna, - hava tey ikki uppiborið at sleppa burtur úr henni aftur?

Øll fólk vita at skal eitt samfelag veita eina tænastu, so kostar tað pengar. Skal tænastan vera umfatandi og góð, so kostar hon nógv, og hevur samfelagið ikki pengar nokk til at veita eina tílíka tænastu, ja so má tænastan vera tað minni; - tað má í hvussu so er vera samsvar millum støddina av tænastu og støddina av pengum. Soleiðis er eisini innan almanna- og heilsuøkið. Politikarar hava sett út í kortið, at í Føroyum skulu vit hava eitt almanna- og heilsuverk, sum veitir tænastur til fólkið; men tað virkar sum um, teir halda, at teir kunnu fáa hesa tænastu uppá tilboð. Er hetta ikki vanvirðing av serútbúðnum fólkið við drúgvum royndum?

Eitt gamalt orðatak sigur, at tann, ið tigur, hann samtykkjur. Skal tøgnin frá almanna- og heilsustýrinum og frá landstýrismanninum á almanna- og heilsuøkinum tulkast sum um, at tey samtykkja við leiðsluna á Landsjúkrahúsinum? Hóast ein rúgva av argumentum hava verið frammi um, at tey bera seg skeivt at. Og hvussu verður við øðrum deildum og arbeiðsplássum innan almanna- og heilsuøkið? Skulu fleiri noyðast at taka so ógvislig stig, áðrenn vend kemur í?