B68-AB 0-0: Peika hvør sín veg

Enn eina ferð vísti AB, at liðið er nóg væl fyri at halda tørn um plássið í bestu deildini, meðan plágaðu toftamenninir í nógva vindinum ikki megnaðu at taka av, tá ið møguleikin at leggja seg á odda í kappingini um silvurmerkini var har

B68 **

AB **

FÓTBÓLTUR

Argja Bóltfelag verður eisini í 2010 partur av bestu deildini. Avrikini síðani summarsteðgin hava verið undirstriking av, at AB-liðið er ivaleysa gott til at kappast í bestu føroysku deildini. Spælararnir eru likamliga væl fyri – teir eru skjótir, sterkir og orka væl – og avrikini og úrslitini hava borið við sær, at sjálvsálitið støðugt er økt.

Alt hetta er sera týdningarmikið, og so kemur tað eisini væl við, at tað ber til at manna liðið væl og virðiliga, hóast tað er stutt millum avbjóðingarnar. Eitt dømi um hetta er ódnin í vinstra verjuborði. Inntil mitt í summar var Alex Mellamgaard sjálvskrivaður vinstri vongverji, og umframt at røkja tann leiklutin væl og virðiliga tók hann sær av at avgreiða allar deyðbóltarnar. So varð hann knæskaddur, og tíverri tykist tað fara at taka sína tíð, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla.

Hesar seinastu ferðirnar hevur Janus M. Joensen aftur verið vongverji í vinstru. Í gjár var hann leikbannaður. Unglingaspælarin Tummas Justinussen, sum inntil Mortan úr Hørg flutti út á Argir, í eitt langt skifti var vongverji í høgru, røkti leiklutin í vinstru, og tað megnaði hann væl.

Umskipað B68-lið

Tað er ikki so langt síðani, at toftamenn høvdu fokus á at varðveita plássið í bestu deildini. Í ár hevur tað gingið so mikið væl, at B68-fokusið hevur verið í hinum endanum. Tapið í Gundadali ímóti HB bar við sær, at dreymurin um at vinna FM er burtur. Silvurmerkini hava verið kám, men sum tað lagaði seg í gjárkvøldið, so er tann møguleikin størri, enn hann var undan 20. umfari.

Eftir longu og góðu røðina, hevur B68-úrtøkan burtur úr trimum teimum seinastu ferðunum verið eitt stig – javnleikurin í gjárkvøldið. At tað ikki hevur hilnast so væl, sum tað gjørdi fyrr í summar er tað eyðsýnd orsøk til.

Heldur ikki hesa ferð var liðformaðurin, veteranurin Øssur Hansen, nóg væl fyri at spæla, Pól Jóhannes Justinussen var leikbannaður. Tað bar við sær, at Ndende ikki var á miðvøllinum, men í staðin í miðverjuni, og tað var steinur oman á byrðu, at álopsessið, Jóan Símun Edmundsson, hevði verið sjúkur í vikuni, og tískal bara var førur at spæla síðsta lítla hálva tíman.

Avloysararnir vóru stinnir – eitt nú vinstri vongverjin, Niklas Poulsen, sum fyri fyrstu ferð í ár var á besta liðnum – men tað sigur seg sjálvt, at tað kennist aftur, tá ið útskiftingar verða gjørdar á liði, sum við samanspæli í nógv umfør hevur funnið gott stev.

AB fekk sítt stig

AB setningurin var at vinna eitt stig, og tað eydnaðist. Kostnaðurin var gula kortið, sum málverjin sá fyri ikki at gera nóg skjótt av. B68 hevði ikki yvirskot til at skapa nógvar spentar støður framman fyri AB-málið, men ta einu ferðina endaði bólturin í málinum.

Keita fór avstað við bóltinum og setti hann í málið, eftir at málverjin hevði slept honum. Linjuverjin markeraði fyri frísparki, og dómarin fylgdi hansara ráðum. Tað vóru heimamenninir ikki fegnir um.

Gestirnir lógu í fyrra hálvleiki aftarlaga, teir vóru væl skipaðir, og so dúvaðu teir upp á snarálop. Eftir steðgin var AB uppaftur betri við, tá ið teir høvdu vindin ímóti. Eina ferð brast bólturin í tvørtræið aftan fyri Vlada Filipovic.

Tað varð myrkt, tað var vátt, og so var tað vindurin, sum oyðilegði spælið. Tað var spell, tí fyritreytirnar kundu annars havt verið fyri góðari fótbólts uppliving.