1. deild menn:
B68-Sumba 3-1 (1-1)
Toftamenn tóku øll stigini, tá teir skoraðu tvey mál, eftir at vanliga leiktíðin var farin.
Dysturin á Svangaskarði var í fyrra hálvleiki merktur av, at nógvur vindur og regn var. Í seinna hálvleiki gjørdist veðrið munandi betri, og tá lá betri fyri hjá báðum liðunum at spæla bóltspæl.
B68-venjarin hevði tikið tveir nýggjar mans inn á liðið. Fróði Clementsen, sum ikki hevur verið við síðani summarsteðgin, var aftur í miðverjuni, og á verjukenda miðvøllinum spældi Edmund Jacobsen, sum als ikki hevur við á 1. liði í ár. Hann var so óheppin, at hann fekk ein skaða longu aftaná 20 minuttir, og so noyddist hann út, og Janus Thomsen kom á miðvøllin.
Sumba stillaði við so at siga sama liði sum seinasta vikuskifti. Hesaferð vóru Jan Poulsen og Dánjal Johan Joensen tó við frá byrjan
Tvey mál fyri hálvleik
Dysturin myndaði seg soleiðis, at Sumba hevði nógvar mans aftanfyri bóltin, tá teir vardu, men teir vóru skjótir at umstilla seg til álopsspæl, og hóast heimaliðið hevði eitt sindur meira spæl, vóru gestirnir alla tíðina væl við.
Meginparturin av fyrra hálvleiki gekk, uttan at teir stóru málkjansirnir vóru, og tað var ikki fyrr enn seinastu fimm minuttirnar undan steðginum, at ferð kom á hendingarnar.
Sumba kom fram um, tá teir fingu brotsspark, sum var gjørt móti Nikola Biberdzic. Tað avgreiddi Nebosja Veljkovic í málið. Men leiðslan hjá suðuroyarliðnum helt sær bara fáar minuttir, tí áðrenn hálvleik javnaði einasti landsliðsmaðurin á vøllinum. Eitt hornaspark var sent væl inn fyri málið, Sumba-málverjin fekk hondina á, men tá bólturin síðani fór upp í loft og kom niður aftur, var høvdið á Fróða Benjaminssen fyrst fyri, og Fróði stútaði bóltin í kassan til 1-1.
Enn ein útvísing
Gestirnir úr Sumba stóðu einki aftanfyri vertirnar, tá tað snúði seg um málkjansir, men møguleikarnir vóru allir skammiliga misnýttir. Einu ferðina var Nebosja Veljkovic púra leysur við B68-málverjanum, men hann skjeyt omanfyri, og stutt fyri tíð hevði Birgir Jørgensen, sum var innkomin, ein líknandi møguleika, men hann sendi somuleiðis upp um málið.
B68 hevði eisini sínar kjansir, teir raktu stongina, og meira enn eina ferð stóðu sumbingar fyri í evstu løtu, tá bólturin var sendur móti málinum.
Sumbingar vóru seinna partin av seinna hálveiki skerdir, tí teir enn eina ferð fingu ein mann útvístan. Dómarin og annar linjuverjin hildu, at Peter Jørgensen, sum spældi á vinstra vongverja hjá Sumba, hevði gjørt seg inn á ein av brasiliumonnunum hjá B68, og tað fekk hann reyða kortið fyri. Teir á vitjandi liðnum vóru tó ikki samdir við dómaranum, men tað hjálpti einki.
Eftir at Birgir Jørgensen hevði sent sína góða kjans omanfyri í yvirtíðini, fór B68 í álop og skoraði til 2-1. Eitt innlegg var sent inn fyri, og har var afturvendi verjuspælarin, Fróði Clementsen, fyrstur á og sendi bóltin í málið.
Sumba tveitti síðani alt fram á vøllin fyri at fáa okkurt burtur úr, men tað hevði við sær, at verjuparturin var tunnur, og brasiliumaðurin Marcelo fekk nógv burtur úr ein móti ein støðu. Hann fór fram við aftasta verjumanninum hjá Sumba, rundaði málverjan, og sendi so bóltin í málið til 3-1 til B68.
Toftamenn fegnaðust um sigurin, sum kom í síðstu løtu, meðan sumbingar hingu við høvdinum. Teir hildu, at teir líka so væl kundu havt fingið øll stigini, tí teir høvdu sínar møguleikar.
Næstu ferð hevur Sumba dyst, sum líkist tí avgerandi dystinum í stríðnum fyri at sleppa undan niðurfllyting. Tá koma sandingar, sum hesaferð eisini mistu alt í evstu løtu, suður at spæla.
B68: Allan G. Joensen ? Jan Petersen, Fróði Clementsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Messias ? Marlon, Edmund Jacobsen, Fróði Benjaminssen ? Øssur Jacobsen, Marcelo
Sumba: Fróði Mortensen ? Mortan úr Hørg, Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Vinther, Peter Jørgensen ? Nikola Veljkovic, Spasoja Biberdzic, Jan Poulsen ? René Thomsen, Nikola Biberdzic