Fult leikumfar varð spælt í næstbestu fótbóltsdeildini hjá monnum í gjár.
Longu mikukvøldið gjørdist greitt, at Skála skal spæla í fremstu røð komandi kappingarár. Á Svangaskarði var satt oddabrak ímillum júst Skála og B68, sum eru bæði fremstu liðini í deildini. Talan var tó um heldur linligan dyst, ið endaði 0-0. Úrslitið merkir, at Skála longu nú hevur tryggjað sær fremsta plássið og gullheiðursmerkini í deildini, hóast heili fýra umfør eru eftir at spæla.
Í Sandavági var dystur ímillum tvey lið úr hvør sínari helvt av deildini. 07 Vestur tók á heimavølli ímóti Víkingi og var favorittur at vinna, men sera óvæntað eydnaðist tað Víkingi at vinna 1-2. Tað hevur gingið eftir ánni hjá Víkingi seinastu umførini. Undantikið ein ósigur á útivølli ímóti Skála hevur liðið vunnið fýra av seinastu fimm dystunum.
Spenningurin í deildini snýr seg mest um, hvat lið flytur upp saman við Skála. Úrslitini í gjár merkja, at B68 er komið eitt stig nærri uppflytingini. Nú eru trý stig á muni ímillum B68 og 07 Vestur við fýra umførum eftir at spæla.
Meira verður at lesa um hetta umfarið í 1. deild í Sosialinum, sum fæst til keyps í morgin.
Dystarhagtøl og stigatalvan í deildini síggjast niðanfyri.
Skála-B68: 0-0 (0-0)
07 Vestur-Víkingur: 1-2 (1-1)
0-1: Svein Justinussen 7.
1-1: Andras Dalbø (sjálvmál) 24.
1-2: Magnus Jarnskor 63.
AB-B36: 0-0 (0-0)
Reytt kort: Trygvi Askham 90.
MB-NSÍ: 0-4 (0-2)
0-1: Petur Knudsen 43.
0-2: Petur Knudsen 43.
0-3: Jann J. Benjaminsen 47.
0-4: Helgi L. Petersen 78.
B71-KÍ: 2-1 (1-0)
1-0: Bjørgfinnur Winther 24.
2-0: Tummas Pauli Olsen 74.
2-1: Óli A. Juul Johannesen 78. (sjálvmál)
Brent brotsspark: Jógvan Isaksen 60. (KÍ)
Stigatalvan í deildini sæst HER.