B68 heldur tørn

1. DEILD: Eftir grannauppgerðina á Svangaskarði seinnapartin eru toftamenn framvegis á uppflytingarplássi

Tølini siga, at tað gongur javnt á, tá ið B68 og grannarnir í NSÍ dystast.

Í dag var B68 dagur á Svangaskarði. Har var nógv fólk, og tiltøkini vóru væl skipað.

 

Eftir at barnaligu og familjuvinarligu tiltøkini vóru av, var mannfólkauppgerð millum B68 og næstbesta liðið hjá NSÍ. Úrslitið varð 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Hetta var triðja grannauppgerðin í ár millum hesi bæði liðini. B68 vann fyrsta dystin á Svangaskarði 1-0, og so vann NSÍ 2-0 við Løkin.

 

Úrslitið ber við sær, at B68 framvegis er á triðja plássi og harvið á uppflytingarplássi. Tað eru framvegis tvey stig aftur til fjórða plássið og NSÍ, sum hevur betri málmun enn B68.

 

Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki. Tá ið ein tími var farin, legði Sveinur Justinussen B68 framum, men bara fimm minuttir seinni javnaði Atli Petersen til 1-1.

 

Næstu ferð eigur B68 heimadyst ímóti Giza Hoyvík, meðan NSÍ eigur heimavøll ímóti grannunum í Víkingi.