B68 kann fara frá kappingarneytunum

Seinnapartin er 8. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni. Tó verða bara tríggir dystir spældir í dag. Tað kemst av, at tvey av liðunum í morgin skulu spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini. Talan er um Skála, sum í morgin fær vitjan av NSÍ, og um FC Suðuroy, sum í morgin skal spæla á útivølli ímóti Víkingi.

B68 er oddalið, men tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast hjá toftamonnum at vinna fulla úrtøku. Teir hava spælt javnt á heimavølli ímóti HB og á útivølli í Klaksvík. Í dag vitja teir næstbestu hjá EB/Streymi á Svangaskarði. Fyri viku síðani megnaði EB/Streymur 1-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

Tað eru bara B68, FC Suðuroy og Skála, sum kappast um uppflytingina. Útidysturin hjá FC Suðuroy ímóti B36 og heimadysturin hjá Skála ímóti Víkingi eru fluttir til hósdagin. Um tað í dag eydnast B68 at vinna, so verður fjarstøðan til kappingarneytarnar sjey stig – í hvussu so er inntil hósdagin.

Næstbesta HB liðið er næstovast í næstbestu deildini. Í dag er HB á veg um Skopunarfjørð at hitta B71, sum er aftast.

Næstbesta TB liðið er á veg til Klaksvíkar at hitta næstbesta KÍ liðið. Í Klaksvík verður fyrsta bríkslið longu klokkan 13, meðan bólturin fer á rull klokkan 15 á Toftum og á Sandi.

Líkindini at spæla fótbólt hava í morgun verið vánalig - nógvur vindur og avfall, men hann sigur frá betri veðri seinnapartin.

8. umfar í dag

KÍ-TB: Johan Peter Michelsen kl. 13.00

B71-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

B68-EB/Streymur: Pætur Albinus kl. 15.00

Støðan undan 8. umfari

B68 17 stig

HB 13 stig

Skála 13 stig

FC Suðuroy 13 stig

KÍ 10 stig

B36 8 stig

Víkingur 7 stig

TB 7 stig

EB/Streymur 6 stig

B71 4 stig