Síðsta bríksl hevur verið í Gundadali, har B36 í góðveðrinum seinnapartin hevði vitjan av B68.
B68 er botnlið, og B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa.
Tað endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Undan fráferðini av Svangaskarði høvdu toftamenn ivaleyst verið nøgdir við at hava eitt stig í viðførinum aftur inn á Skálafjørðin. Nú hava teir orsøk at vera ikki frítt vónbrotnir.
Heimaliðið var greitt omaná í fyrra hálvleki, tá ið tað vóru fleiri góðar støður í B68 brotsteiginum, og onkra ferðina stórbjargaði veteranurin Tórður Thomsen í B68 málinum.
Í dag var tað Martin Jarnskor, sum hevði ábyrgdina av B68 liðnum, sum eftir heimatapið ímóti Skála ÍF fyri einari viku síðani segði venjaran úr starvi. Martin Jarnskor er venjari hjá næstbesta B68 liðnum, sum spælir í 2. deild. Hann hevur ikki pappírini at halda fram sum venjari hjá besta liðnum, men í dag sá tað út til, at hann av álvara megnaði at seta sínar menn upp, tá ið teir eftir fyrra hálvleik rindaðu møðina.
B68 vísti sera góðan hugburð eftir steðgin, tá ið gestirnir vunnu nógvar tvídystir, og tá ið teir vóru meiri í álopsstøðu, enn teir høvdu verið.
Átta minuttir undan leikloki legði B68 seg á sigurskós. Tað var við brotssparki, sum Loick Jean Henri Lespinasse vann, og sum hann sjálvur umsetti til mál.
So spenti B36 álopsbogan í botn. Málverjin Silas Eyðsteinsson var frammi í brotsteiginum, tá ið B36 í tíðini, sum dómarin legði aftrat, vann hornaspark í vinstru. Innskifti Leivur Fossdal Guttesen legði innfyri, og aftanfyri handara stólpa var innskifti Ragnar Samuelsen leysur, tá ið hann smekkaði bóltin í málið.
1-1 og heimamenninir vóru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna favorittsigur, og toftamenn vóru vónbrotnir av, at teir ikki megnaðu at halda tørn um sigurin, sum teir mistu lítla løtu undan leikloki.











