Beint eftir midnátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum á Viðareiði og lá á takinum.
Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið. Tvey fólk vóru í bilinum.
Løgreglan fekk illgruna um, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Ein alkoholroynd vísti meira enn loyvda markið, og førarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Fólkini í bilinum vórðu flutt á sjúkrahús, men eftir umstøðunum skuldi standa væl til.
– Men hetta kundi verið nógv verri, sigur løgreglan.
Nógv fólk vóru í økinum í sambandi við Norð Festivalin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















