Haraldur kongur sovnaði stillisliga inn á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo fríggjamorgunin eftir at hava verið innlagdur í tvær vikur. Samstundis tók Hákun við sum kongur. (Mynd: Lise Åserud/Ritzau Scanpix)

Hákun kongur svør eið týsdagin

Nýggi norski kongurin fer týsdagin at møta í Stórtinginum, har hann skal svørja eið sum ríkisharrið í Noregi.

Haraldur kongur sovnaði stillisliga inn á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo fríggjamorgunin eftir at hava verið innlagdur í tvær vikur. Samstundis tók Hákun við sum kongur. (Mynd: Lise Åserud/Ritzau Scanpix)

Hákun VIII kongur fer týsdagin 1. september klokkan 13 at svørja eið til norsku stjórnarskipanina.

 

Tað upplýsir norska Stórtingið á heimasíðu síni.

 

Sambært norsku grundlógini skal nýggi kongurin møta í Stórtinginum og svørja, at hann fer at stýra landinum sambært galdandi lógum.

 

Hátíðarhaldið verður fýra dagar eftir, at Haraldur kongur doyði tíðliga fríggjamorgunin.

 

Tá Haraldur kongur tók við trúnuni í 1991, svór hann eisini eiðin í Stórtinginum fýra dagar eftir, at pápi hansara, Ólavur kongur, var deyður.

 

Gulltrúna sett í tingsalin

 

Undir hátíðarhaldinum fer stórtingsformaðurin at kunngera andlátið hjá Haraldi kongi og trúnuskiftið.

 

Ein serlig gulltrúna verður sett í stórtingstingsalin, og hátíðarhaldið verður sjónvarpað.

 

Sambært norsku grundlógini skal kongurin svørja henda eiðin:

 

– Eg lovi og svørji, at eg fari at stýra kongaríkinum Noregi í samsvari við stjórnarskipan tess og lógir. So satt hjálpi mær almáttugi og alvitandi Gud.

 

Valdi konganavnið Hákun VIII

 

Eftir andlátið av Haraldi kongi møtti Hákun kongur norsku stjórnini á einum eykaordineraðum ríkisráðsfundi fríggjadagin.

 

Har boðaði hann frá, at konganavnið verður Hákun VIII. Hann valdi samstundis valorðið »Alt fyri Noreg«.

 

Væntað verður, at kistan við Haraldi kongi verður flutt í kapellið við kongsslottið. Har fær almenningurin møguleika at koma framvið og siga konginum farvæl.

 

Sambært norska blaðnum VG verður Haraldur kongur lagdur til hvíldar í kongliga mausoleuminum á Akershus slotti í Oslo. Mausoleumi er almenna gravkapellið hjá norska kongshúsinum.

 

Enn er ikki boðað frá, nær jarðarferðin verður.

 

/Ritzau

 

 

 

Haraldur kongur sovnaði stillisliga inn á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo fríggjamorgunin eftir at hava verið innlagdur í tvær vikur. Samstundis tók Hákun við sum kongur. (Mynd: Lise Åserud/Ritzau Scanpix)