Føðideildin flytur í H-bygningin

Stórur dagur verður á Landssjúkrahúsinum týsdagin 1. september, tá føðideildin flytur í H-bygningin.

 

Føðideildin hevur verið staðsett í A-bygninginum, sum lat upp í 1924 – tá nevnt Dronning Alexandrines Hospital – og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2.

 

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook.

 

Seingjardeildin flytur nú í nýggjar føðistovur og einastovur, í rúmligari hølir við nýggjari tøkni og umhvørvi. Við hesum hava vit bestu møguleikarnar at bjóða okkara smæstu vælkomin og geva teimum bestu møguligu byrjanina uppá lívið. Starvsfólk nevna eisini týdningin av at arbeiða í hølum, sum eru lagað til tørvin hjá bæði starvsfólki og barnakonunum.

 

Nýggju hølini eru ein partur av miðvísa arbeiðinum hjá Landssjúkrahúsinum at menna og framtíðartryggja heilsutænastuna. Málið er at skapa enn betri karmar kring arbeiðið og harvið geva bæði starvsfólkum og sjúklingum eina góða uppliving í dagligdegnum.

 

Starvsfólk gleða seg til at taka ímoti barnakonunum og makum teirra á nýggju føðideildini.

 

Um tú hevur tørv á at tosa við vakthavandi ljósmóður eftir kl. 10 týsdagin 1. septembur, so ringir tú enn sama nummar - 304500 - og biður um vakthavandi ljósmóður. So taka vit ímóti tykkum á H2.

 

Á heimasíðu okkara ber eisini til at kunna seg um bæði viðgongutíð, føðing og barsilstíðina, skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook.

 

##med2##