Krist­rún Frostadóttir, forsætisráðfrú í Íslandi, greiðir atkvøðu á einum valstaði í Reykjavík í fólkaatkvøðuni um at taka samráðingarnar um ES-limaskap uppaftur. (Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix)

Íslendingar atkvøða um samráðingar við ES

Íslendingar eru í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Kanningarnar vísa, at nærum púra javnt er millum ja og nei.

Krist­rún Frostadóttir, forsætisráðfrú í Íslandi, greiðir atkvøðu á einum valstaði í Reykjavík í fólkaatkvøðuni um at taka samráðingarnar um ES-limaskap uppaftur. (Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix)

Valhølini eru opin í Íslandi, har fólkið í dag skal svara einum spurningi, sum kann fáa stóran týdning fyri politisku kósina hjá landinum.

 

Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka samráðingarnar um limaskap í Evropeiska Samveldinum uppaftur.

 

Einki úrslit er enn, men íslendsku miðlarnir fylgja fólkaatkvøðuni neyvt. Fyrstu ábendingarnar eru, at nógv fólk fara á val.

 

Mbl.is skrivar, at útlit eru fyri góðari valluttøku, um tølini úr valdømunum í Reykjavík kunnu brúkast sum ábending.

 

Longu áðrenn valdagin høvdu nærum 22 prosent av teimum, sum hava valrætt, greitt atkvøðu. Sambært íslendsku miðlunum hevur undirtøkan fyri at atkvøða frammanundan verið metstór.

 

Nærum púra javnt

 

Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at lítil og eingin munur er á ja- og nei-síðuni.

 

Í einari kanning hjá Maskínu søgdu 51,3 prosent av teimum, sum høvdu tikið støðu, at tey ætlaðu at atkvøða ja. 48,7 prosent ætlaðu at atkvøða nei.

 

Munurin er tó innan fyri statistisku óvissuna, og tí ber ikki til at siga, at ja-síðan hevur eina veruliga leiðslu.

 

Ein onnur kanning hjá Gallup vísti púra javnt. Har søgdu 46 prosent ja og 46 prosent nei, meðan átta prosent ikki høvdu tikið støðu.

 

Eisini millum limirnar í íslendska Altinginum er býtið nærum javnt. Sambært Mbl.is ætla 30 tinglimir at atkvøða nei og 29 ja. Fýra tinglimir vilja ikki upplýsa sína støðu.

 

Av teimum 35 tinglimunum hjá stjórnarflokkunum ætla 28 at atkvøða ja og fýra nei. Tríggir hava ikki sagt, hvat teir atkvøða.

 

Í andstøðuni ætla 26 av 27 tinglimum at atkvøða nei.

 

Fyrstu tølini kunnu vísa nei

 

Vísir skrivar, at fyrstu uppteljingartølini helst fara at vísa fleiri nei-atkvøður enn ja-atkvøður.

 

Hetta nýtist tó ikki at merkja, at nei-síðan vinnur fólkaatkvøðuna.

 

Orsøkin er, at fyrstu tølini væntandi koma úr smærru valdømunum uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Veljarakanningarnar vísa, at nei-síðan stendur sterkari har.

 

Ja-síðan stendur hinvegin sterkari í Reykjavík, har fleiri atkvøður skulu teljast. Tølini úr høvuðsstaðarøkinum kunnu tí broyta myndina seinni á kvøldinum.

 

Hetta hendir, um ja vinnur

 

Fólkaatkvøðan snýr seg ikki beinleiðis um, hvørt Ísland skal gerast limur í ES.

 

Spurningurin er, um íslendska stjórnin skal taka samráðingarnar um ein møguligan limaskap uppaftur.

 

RÚV hevur greitt frá, at um ja-síðan vinnur, verður uttanlandsnevndin hjá Altinginum kallað saman. ES verður síðani kunnað um úrslitið, ein samráðingarnevnd verður sett, og samráðingarnar verða tiknar uppaftur.

 

Um samráðingarnar enda við einari avtalu, skulu íslendingar aftur taka støðu til sjálva avtaluna, áðrenn Ísland kann gerast limur.

 

Vinnur nei-síðan, hevur stjórnin boðað frá, at spurningurin um íslendskan ES-limaskap ikki verður tikin uppaftur í hesum valskeiðinum.

 

Valhølini lata aftur í kvøld

 

Flestu valhølini í Íslandi lata aftur klokkan 22 íslendska tíð. Tað er klokkan 23 føroyska tíð.

 

Hóast bert ein spurningur er á atkvøðuseðlinum, er ikki vist, at endaliga úrslitið verður greitt beinanvegin.

 

Atkvøðurnar skulu teljast í hvørjum valdømi sær, og atkvøður skulu flytast frá smærri valstøðum til uppteljingarstøðini.

 

Íslendsku miðlarnir fara at fylgja uppteljingini gjøgnum kvøldið og náttina.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

Keldur: Mbl.is, RÚV og Vísir.

 

Krist­rún Frostadóttir, forsætisráðfrú í Íslandi, greiðir atkvøðu á einum valstaði í Reykjavík í fólkaatkvøðuni um at taka samráðingarnar um ES-limaskap uppaftur. (Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix)

Eitt skelti vísir leiðina til ein valstað í Reykjavík. Íslendingar taka í dag støðu til, um landið skal taka samráðingarnar um ES-limaskap uppaftur. (Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix)

Reykjavík við Hallgrímskirkjuni fremst á myndini. Íslendingar eru í dag á fólkaatkvøðu um samráðingar við ES. Myndin varð tikin 28. august. (Mynd: Halldór Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix)

Hallgrímskirkjan hevjar seg upp um Reykjavík. Fólkaatkvøðan snýr seg um at taka samráðingarnar við ES uppaftur – ikki um endaligan íslendskan limaskap. (Mynd: Halldór Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix)

Útsýni yvir Reykjavík og Hallgrímskirkjuna kvøldið undan fólkaatkvøðuni. Ein møgulig avtala um ES-limaskap skal leggjast fyri fólkið í einari nýggjari fólkaatkvøðu. (Mynd: Halldór Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix)