Samudeen var trífaldur málskjútti

1. DEILD: TB vann stórisigur ímóti NSÍ, sum nú nærkast teimum, ið eru í vanda fyri at flyta niður

Tað var ársins størsti sigur hjá heimaliðnum, tá ið TB í Trongisvági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.

 

TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvleiksstøðan var 4-1. Sigurin ber við sær, at TB nú er á fimta plássi við 29 stigum, og nú er tað heilt greitt, at TB eisini í 2027 fer at spæla í næstbestu deildini. Hvussu tað verður hjá NSÍ er meiri ivasamt. NSÍ er á sjeynda plássi við 22 stigum, og tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum er undir strikuni.

 

Um eina viku fær TB vitjan av Víkingi, sum er næstovast, og NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er botnlið við 8 stigum.

 

Hóast NSÍ legði rygg til stórt tap, so vóru tað gestirnir, sum beinanvegin løgdu seg á odda. Málskjútti var 17 ára gamli Markus Klein Danielsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild.

 

Stóri maðurin hjá TBí dag Samudeen Musah, sum var trífaldur málskjútti. 25 ára gamli ganesarin hevur verið á Tvøroyri síðani 2020. Hann hevur nú skorað 13 av teimum 40 TB málunum í 1. deild í ár, og sambært FaroeSoccer hevur hann í 99 dystum í Meistardeildini skorað 19 mál, og í 1. deild hevur hann í 62 dystum skorað 19 mál.

 

Í dag skoraði Samudeen Musah fyri fyrstu ferð hattrikk í TB búnanum. Hini bæði málini skoraðu Aron Arnholdsson í fyrra hálvleiki til 2-1 og Musah Armah, sum staðfesti 5-1 heimasigurin.