Hannover-Burgdorf legði fyri við heimasigri

Tað var akkurát fyri hjá Vilhelmi Poulsen og liðfeløgunum í dag

Mynd: Hannover-Burgdorf

Tað var akkurát fyri hjá Vilhelmi Poulsen og liðfeløgunum í Hannover-Burgdorf í fyrsta dystinum í týsku Bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Í ZAG Arena í Hannover frammanfyri 7.721 áskoðarum vann Hannover-Burgdorf tepran 32-31 sigur á Rhein-Neckar Löwen. Í steðginum vóru gestirnir á odda 14-13.

 

Vilhelm skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir. Sambært almennu hagtølunum hjá Bundesliguni var Vilhelm á vøllinum í átta minuttir og 11 sekund í dagsins dysti. 

 

Mikukvøldið klokkan 18 hevur Hannover-Burgdorf dyst á útivølli móti Erlangen. 

 

Mynd: Hannover-Burgdorf