Mikukvøldið fóru B68 spælararnir í summarfrí. Eftir 5-0 avhølving í Klaksvík í fyrsta umfarinum vísti pílurin rætta vegin, og eftir fýra dystir á rað uttan tap hevði tað verið krúnan á væl eydnaðari fyrru hálvu, um tað í síðsta landskappingardystinum undan summarsteðginum hevði eydnast at fingið øll stigini móti GÍ.
Tað miseydnaðist hjá B68. Kanska var tað ikki av leið at rokna við, at gøtumenn vóru móðir av ferðini niður til Bosnia, men gongdin mikukvøldið á grasvøllinum, har GÍ í morgin hevur heimavøll, bar als ikki boð um hetta. GÍ kom framum 3-2, tá ein tími var farin, so flutti heimaliðið fólkið fram og skifti út, soleiðis at uppstillingin gjørdist meiri framrættað, og tað hevði møguleikar við sær í báðum endum, men tað var GÍ, sum skoraði málini.
Eitt korter fyri leiklok økti GÍ til 4-2, og tveir minuttir undan leikloki staðfestu teir kærkomna sigurin, sum ger, at gøtumenn ? í hvussu so er til sunnudagin, tá hini oddaliðini aftur fara í eldin ? eru á sama stigatali sum oddaliðið í Klaksvík.
Munirnir
Talan var ongantíð um flótandi fótbóltsspæl. Summarveðrið var av fyri hesa ferð, vindurin mól úr ymsum ættum, og serliga teir á heimaliðnum tóktust hava ilt við at meta um ferðina á bóltinum.
B68 menninir tóktust sinniliga vera farnir meiri í summarfrí enn gøtumenninir, sum vóru grammari í nógvu nærdystunum. Heimaliðið, sum í útgangsstøðuni bara hevði Marcelo á toppinum, meðan Marlon var hangandi álopsmaður (hetta varð broytt, tá Øssur Jacobsen kom inn og gjørdist álopsmaður) hevði ilt við at skipa verjuna. Oleif Joensen royndi undan dystinum at hita upp, men hann var ikki klárur, og so var neyðugt við broytingum, og tað er altíð óheppið við stuttum skotbráði at broyta miðverjuna.
Toftamenninir mistu fleiri ferðir í uppspælinum, og tá tað var lítil dýpd í verjuni, hevði hetta við sær, at gøtumenninir fleiri ferðir gjørdust sera leysir.
GÍ hevur havt trupulleikar í álopspartinum. Nú er Sasha endiliga klárur aftur, og tað er fongur í honum. Hann skoraði trý mál, hann vísti góð evni at varðveita bóltin og harvið at bíða við sendingunum til liðfelagarnir høvdu funnið røttu støðurnar, og so hevur tað við sær, at Sasha er við aftur, at Sámal Joensen kann spæla á miðvøllinum, har hann er góður stríðsmaður.
Jóan Petur Olsen var tryggur á aftasta manni. Tá B68 bara hevði ein mann í álopinum, tók Bartal Eliassen sær av honum, men tá Øssur Jacobsen kom í B68 álopið, flutti Poul Ennigarð aftur í miðverjuna. Leivur Hansen var vongverji í høgru, tí Rúni Justinussen fekk ein løst undir venjing týskvøldið.
Málini
Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá Marlon setti hol á fyri heimaliðið. Langskotið stiklaði eina ferð í vøllin, áðrenn bólturin brast í meskarnar.
Toftamenn høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, tá tað aftur var javnt. Súni Olsen dró í vinstru, sendi innum verjuna, og Sasha var púra leysur.
Henning Jarnskor legði GÍ framum tíggju minuttir eftir steðgin. Bólturin var á veg út av vøllinum, tá Sasha fekk fatur á, sendi innfyri, B68 verjan hevði møguleika at senda burtur, men misskiljing millum málverja og verju hevði við sær, at Henning Jarnskor fekk tánna á.
Fýra minuttir seinni sendi Marlon fríspark úr 18 metrum og upp undir samankomingina ? eitt sera vakurt mál, men minuttin eftir var GÍ aftur á odda: Sasha legði innfyri úr høgru, Henning Jarnskor var púra leysur eitt sindur til vinstru og smekkaði til, meðan hann hevði nógva ferð.
Tað bleiv 4-2 til GÍ, tá tað restaði eitt korter. B68 misti í uppspælinum, og Sasha gjørdist púra leysur. Tveir minuttir undan leikloki staðfesti dagsins maður rimmar sigurin. Sámal Joensen og Sasha spældu eitt tvey, jugoslavin gjørdist púra leysur innanfyri frammarlaga staddu og fløtu verjuna, og hann var púra kaldur og skoraði.
B68-GÍ 2-5 (1-1)
1-0: Marlon 3
1-1: Alexander Radosavljevic 3
1-2: Henning Jarnskor 55
2-2: Marlon 59
2-3: Henning Jarnskor 60
2-4: Alexander Radosavljevic 75
2-5: Alexander Radosavljevic 88
B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Janus Thomsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Jákup Djurhuus ? Marlon, Sámal Erik Hentze, Fróði Benjaminsen, Olaf Højgaard ? Marcelo.
GÍ: Sunvard Joensen ? Leivur Hansen, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliassen, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Poul Ennigarð, Pauli Jarnskor, Sámal Joensen ? Alexander Radosavljevic, Henning Jarnskor.