B68 saknar lyklaspælara

Hjá NSÍ er Tórður Thomsen tøkur aftur, meðan Jóhan Troest Davidsen framvegis er skaddur

Tað verður grannauppgerð við Løkina í Runavík í kvøld. Felags fyri NSÍ og B68 er, at tey taptu í 13. umfari. B68 var á odda, men tapti 3-1 á heimavølli ímóti B36. Fyri NSÍ kendist tað at vera stórt vónbrot, at tað endaði við 2-1 tapi á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Lítil ella eingin ivi man vera í, at NSÍ – mann fyri mann – eigur spælarar, sum áður hava avrikað betri, enn teir í B68 hava, og støðutalvan sigur, at NSÍ higartil í ár hevur vunnið størri úrtøku, enn B68 hevur vunnið. NSÍ hevur 21 stig fyri 13 dystir, og B68 hevur 6 stig fyri 12 dystir.

 

Hjá B68 hevur tað síðstu vikurnar verið dyggur smeitur, at lyklaspælarin á miðvøllinum Bárður Ó. Jensen ikki hevur verið við. Tað er skaði í lærkrikanum, sum heldur honum burtur frá fótbólti.

 

Leikliga avrikið hjá NSÍ hevur mangan verið betri, enn tað var í Hólmanum á Eiði sunnudagin. Leikliga avrikið hjá B68 ímóti B36 vísti, at talan er um framgongd, tá ið sammett verður við tað, sum liðið vísti í næstbestu deildini í fjør.

 

Hjá NSÍ er tað kærkomið, at Tórður Thomsen aftur er tøkur. Hann noyddist skaddur av vøllinum eftir 10 minuttir í landsdystinum ímóti Íslandi. Tað var gamal knæskaði, sum darvaði. Jóhan Troest Davidsen er framvegis skaddur við brotnari hond, og Búi Egilsson er ikki tøkur, tí hann er skaddur í knænum. Klæmint A. Olsen var sjúkur, tá ið NSÍ tapti á Eiði. Hann er tøkur aftur. Mikkel Jakobsen og Jacob Trenskow eru tøkir aftur, eftir at teir hava verið darvaðir av ávikavíst fótskaða og vøddaskaða.

 

NSÍ - B68: Eiler Rasmussen kl. 19.00