Venjari
B68 skal hava nýggjan venjara. Nýggi venjarin eitur Frank Skytte. Hann er í løtuni venjari hjá Óla Johannesen og Hvidovre, og hann er ikki ókendur í Føroyum. Tvær ferðir hevur hann verið venjari hjá TB. Fyrra ferðin var í 1982, og seinnaferðin var í 1995. Hetta seinna umfarið var hann venjari fimtan tey fyrstu umførini, so fór hann til hús. Venjarin og TB kundu ikki semjast um fíggjarligu treytirnar fyri samstarvið tey seinastu umførini, sum vórðu spæld eftir at sáttmálaskeiðið var liðugt.
Meiri til ungdómin
Niclas Davidsen, formaður í B68, sigur, at teir hava avrátt við Frank Skytte, at hann skal hava høvuðsábyrgdina fyri allari venjingini í felagnum:
? Seinnu árini hava vit roynt at styrkt um arbeiðið í yngru deildunum. Fleiri av teimum, sum í áttati árunum vóru við til at manna besta liðið, hava saman við øðrum tilkomnum fólki, tikið lut í venjaraútbúgvingini, og í ár hava vit verið betri fyri við ungdómsvenjarum, enn vit kanska nakrantíð hava verið áður. Vit vilja fegin styrkja uppaftur meiri um ungdómsarbeiðið, og tí hava vit gjørt sáttmála við ein venjara, sum burturav fer at arbeiða hjá okkum. Hann skal venja 1. og 3. deild og møguliga okkurt annað lið. Harafturat skal hann hava samband við hinar venjararnar, sum skulu venja í samráð við nýggja venjaran. Vit eru spentir upp á hetta samstarvið, og kanningarnar, sum vit hava gjørt, siga okkum, at talan er um ein góðan og nógv avhildnan venjara.
Hava tit ikki verið nøgdir við arbeiðið, sum Jóannes Jakobsen hevur gjørt?
? Vit hava samstarvað við Jóannes í tvey ár. Úrslitini í bestu deildini hava verið góð, og vit hava verið væl nøgdir við arbeiðið hjá venjaranum. Men nú vildu vit hava ein nýggjan venjara, sum skal hava ábyrgdina av øllum deildunum, og tann venjaran halda vit okkum hava funnið.
Gott ummæli
Tað er eingin loyna, at millum viðhaldsfólkini hjá B68 er tað framvegis soleiðis, at venjarin, sum teir framum allar aðrar minnast, er John Kramer. Hann hevði serliga gott tak á spælarunum, og hann hevði gott samband við alt fólkið í B68 og á Toftum. Við Krameri við róðrið eydnaðist tað B68 at vinna tvey FM heiti, og felagið endaði á heiðursmerkjaplássi øll tey fimm árini, sum John Kramer var á Toftum.
Tá vit hava spurt okkum fyri um nýggja venjaran, so er skoðsmálið, sum hann fær t. d. á Tvøroyri, ikki so langt frá tí, sum tey í B68 góvu John Kramer, sála. Tað var Frank Skytte, sum syrgdi fyri, at Óli Johannesen fekk sáttmála við Hvidovre, og liðformaðurin á landsliðnum hevur alt gott at bera nýggja B68 venjaranum.
Tá Frank Skytte í 1995 var á Tvøroyri, endaði TB á sjeynda plássinum. Teir vóru ikki serliga væl mannaðir, men við nógvum arbeiði og sera góðum íblástri frá venjaranum, megnaðu teir fram til summarsteðgin at stríða seg at vera við í toppinum. Summarsteðgurin hetta árið var eftir sjeynda umfarið, og tá høvdu HB og TB, sum lógu lið um lið í toppinum, sekstan stig í part. At Frank Skytte var ein ógvuliga prinsippfastur venjari kom m. a. til sjóndar aftaná jóansøku. Tá setti venjarin onkrar av stuðulsspælarunum á beinkin, tí teir ikki eitt hundrað prosent høvdu fylgt boðunum hjá venjaranum.
Rýmir frá Schmeichel
Síðani Peter Schmeichel setti pengar í Hvidovre, hevur Frank Skytte verið venjari hjá liðnum í 1. deild. Hann hevur kortini ikki havt síðsta orðið, tá tað hevur snúð seg um at seta liðið og keypa spælarar. Tá hevur manager?in í felagnum, Jan Sørensen, tikið avgerðirnar.
Fyrr í summar ljóðaði, at Frank Skytte hevði longt samstarvið við Hvidovre í tvey ár afturat, men nú hevur hann sagt upp og fer frá felagnum, sum tað í síðstu viku varð sagt um, at tað er í fíggjarligum vandasjógvi. Í staðin fyri at arbeiða fyri Hvidovre og Peter Schmeichel, skal Frank Skytte nú vera venjari hjá Tofta Ítróttarfelag og Niclasi Davidsen!
B68 formaðurin sigur, at venjarin kemur tilFøroya 1. februar, tá teir aftur fara undir venjingarnar.