Í kvøld verður grannauppgerð á Svangaskarði. Fyrrverandi NSÍ málverjin, Kristian Joensen, hevur higartil í ár vart B68 málið. Undantakið var, tá ið hesi bæði liðini hittust við Løkin. Tá var Ragnar Lindholm í B68 málinum. Tað verður hann aftur í kvøld.
NSÍ er á triðja plássi, og tølini siga, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur gingið sum eftir ánni – 13-1 og 6 stig.
Undan kappingarbyrjan varð spátt, at B68 fór at vera millum tey niðastu, og at NSÍ fór at vera við í kappingini um atgongumerkini til europeisku kappingina. Talvan sigur, at tað í fyrstu ellivu umførunum hevur tað lagað seg, sum tað varð roknað við.
Í fyrsta umfari endaði grannauppgerðin við Løkin við teprum 1-0 heimasigri. Klæmint A. Olsen umsetti brotsspark til mál. Hetta er einasta brotssparkið, sum NSÍ liðformaðurin hevur fingið mál burturúr higartil í ár. Hann er ovast á máltindinum við tíggju málum.
Hjá Trygva Mortensen og hansara monnum snýr tað seg um at halda fram við hugflogsríka vongspælinum og innleggunum við broddi í. Hjá Jógvan Martini Olsen og B68 snýr tað seg um at rætta skútuni aftur eftir 3-0 tapið við Margáir fyri viku síðani. Í steypadystinum mikudagin ímóti HB vóru glottar. Trupulleikin var, at tað gekk so illa at umseta góðar málmøguleikar til úrtøku.
Hjá B68 eru Evrard Blé, Niklas Poulsen, Janus W. Mortensen og Emil Ronaldsson ikki tøkir, tí teir eru skaddir.
Hjá NSÍ er alt fólkið tókt uttan Monrad Holm Jakobsen, sum gongur við brotnum armi.