Í kvøld hevur B68 vunnið 1-0 á HB í Gundadali. Einsamalla málið var skorað í 2. hálvleiki. Toppskjúttin Dánial Hansen sendi fríspark ímóti HB málinum, og hin málsókni B68 álopsspælarin, Jósup Henriksen, snittaði bóltin, sum fór í málið.
Sigurin og trý stiga úrtøkan ber við sær, at B68 nú er fimtan stig frammanfyri ÍF á næstfremsta og harvið hinum uppflytingarplássinum, og at munurin aftur til triðja plássið og harvið næstu hóttanina, FSV04, nú er sekstan stig. Talan kann sostatt ikki sigast at vera um nakra veruliga hóttan. Uppflytingin hjá B68 fer ikki at kiksa, tí tað eru bara seks umfør og harvið átjan stig eftir at spæla um.
Tað eru tískil góðar vánir fyri, at B68 longu um eina viku kann tryggja sær uppflyting til Formuladeildina.