B68 vann á B71

1. deild: Toftamenn hava nú fleiri stig enn sandoyingar

Fyri knappliga tveimum mánaðum síðani var tað óvæntað, tá ið B71 á heimavølli vann 4-1 ímóti B68.

Í dag hevði B68 vitjan av B71, og nú royndist tað betri hjá toftamonnum, sum vunnu 3-0.

Esmar P. Clementsen setti hol á ein minutt undan steðginum, og í seinna hálvleiki skoraði Búi í Hjøllum tvey mál. Tað fyrra átjan minuttir undan leikloki, og tað seinna fimm minuttir undan leikloki.

B68 úrtøkan tríggjar tær seinastu ferðirnar er sjey stig. Nú er B68 á fimta plássi við seytjan stigum – eitt frammanfyri B71, sum í dag tapti fyrstu ferð síðani 11. mai.

B71 eigur útsettan heimadyst ímóti KÍ. Orsaka av veðri góvust teir 21. mai. Enn er tað ikki avgjørt, nær hann verður spældur.