Nú tað resta tólv umfør, eru tað sandoyingar, sum liggja best fyri í kappingini um at flyta upp úr 1. deild. Leygardagin vitjaði B71 á Sevmýri. Um tað hevði eydnast heimaliðnum at vunnið, so hevði TB verið rættuliga væl við í kappingini um fremsta plássið.
Men TB hevði ikki so nógv at bjóða uppá. Ebbe Kristin Thomsen skoraði tvey mál fyri B71 eftir lítlari løtu, tá ið ein hálvur tími var farin, og so var spurningurin bara, hvussu stórur B71 sigurin skuldi verða. 3-0 málið varð skorað í yvirtíðini.
Stóra samrøðuevnið hetta vikuskiftið var, at HB ikki møtti upp á Vágseiði. HB var undan hesum umfarinum topplið. VB/Sumba vinnur øll stigini. HB boðaði fríggjadagin VB/Sumba frá, at tað ikki bar til at manna liðið hesa ferð. Leygarkvøldið harmaðist felagið um støðuna. Um hetta fer at fáa aðrar avleiðingar fyri HB er ikki greitt enn.
Hjá FC Hoyvík hilnaðist ikki væl fimm tey síðstu umførini undan summarsteðginum. Hesa ferð eydnaðists tað at vinna øll stigini ímóti B68. Sigursmálið til 3-2 varð skorað í síðstu løtu.
Víkingur vann 3-1 á NSÍ. Talan mundi vera um met, tá ið víkingarnir skoraðu fyrsta málið. Tá vóru sjey sekund farin!
Í fjúrtan teimum fyrstu umførunum eydnaðist tað ikki MB at vinna. Leygardagin eydnaðist tað at vinna bornuppgerðina á Skála 1-0. Einsamalla málið skoraði Jógvan Joensen, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
At Víkingur vann á NSÍ, og at Skála tapti ímóti MB ber við sær, at tað verður ógvuliga torført hjá Skála at varðveita plássið í deildini.
1.deild
VB/Sumba-HB avlýstur
VB/Sumba uttan dyst
Víkingur-NSÍ 3-1 (2-0)
1-0: Bárður Hansen 1.
2-0: Bárður Hansen 40.
3-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 75.
3-1: sjálvmál 82.
TB-B71 0-3 (0-1)
0-1: Ebbe Kristin Thomsen 29.
0-2: Ebbe Kristin Thomsen 32.
0-3: Høgni Warberg 90.
FC Hoyvík – B68 3-2 (2-1)
1-0: Jørgen Meitilberg
2-0: Mortan Joensen
2-1: Bogi Gregersen
2-2: Bogi Gregersen
3-2: Uni Holm Johannesen
Skála-MB 0-1 (0-0)
0-1: Jógvan Joensen